Will Smith verður burturvístur í 10 ár

Will Smith er ikki vælkomin í Oscar umhvørvinum komandi tíggju árini. Tað er avgerðin hjá listafelagnum Oscar, eftir at Will Smith sló skemtaran Chris Rock.

Marjun Manuela Behrens
9. apríl 2022 kl. 09:38

Oscar-handanirnrar steðgaðu upp, tá Will Smith sló Chris Rock, meðan fleiri milliónir fylgdu við í sjónvarpinum 27. mars. Will Smith bleiv illur, tá Chris Rock gjørdi gjøldur burtur konu hansara, Jada Pinkett Smith. Hon hevur sjúkuna Alopecia Aresta ið ger, at hon missir hár. Will Smith fór upp á pallin og sló Chris Rock.

Eftir hendingina valdi Will Smith at taka seg úr Oscar-listafelagnum. Orsøkin er, at hann sjálvur heldur, at hann hevur brotið álitið hjá listafelagnum. 

- Vit hava tikið hesa avgerð fyri framyvir at verja tey, ið eru á palli og gestirnar, soleiðis, at vit aftur vinna álit, sigur Oscar-listafelagið.

Listafelagið hevur fingið ábreiðslur fyri, at tey ikki handfóru hendingina til Oscar-handanina nóg væl. Atfinningarnar snúgva seg millum annað um, at Will Smith slapp at taka ímóti eini Oscar í bólkinum “besti mannligi leiklutur” fyri høvuðsleiklutin í filminum “King Richard”, hóast hann júst hevði sligið ein mann á pallinum. 

Will Smith kann tó framvegis verða tilnevndur til ein Oscar. Sannlíkindi fyri at tað hendir, eru tó lítil. Tað metir Jacob Ludvigsen, sum er filmsummælari hjá Tv2. Haraftuat væntar hann, at hetta elvir til stóran skaða í yrkisleiðini hjá Will Smith.

- Hann hevur havt tað perfekta vørumerki sum ein góður familjumaður, har ein nærmast ikki kundi seta ein fingur á nakað. Hetta er broytt, og tí eru tað nógvir leiklutir, hann ikki kann fáa og nógv feløg, sum hann ikki kann arbeiða fyri, sigur filmsummælari hjá Tv2.

Kelda: Tv2