Heimsheilsustovnurin, WHO, heldur ikki, at tað er neyðugt at hópkoppseta fyri apupokur, eftir at hendan sjúkan er byrjað at breiða seg uttanfyri Afrika eisini.
Tað skrivar tíðindastovan, Reuters.
Gott reinføri og brúka fyribyrging í samband við kynslív er, sambært WHO-leiðaranum, Richard Pebody, við til at avmarka apupokur-smittuna. Pebody er leiðari hjá WHO í Evropa sjúkuelvandi smittu.
Mánadagin var fyrsti tilburðurin funnin í Danmark hjá manni, ið hevur verið á feriu í Spania.
Hevði verið á Gran Canaria
Statens Serum Institut (SSI) upplýsti mánadagin, at tað vóru 83 fólk, sum høvdu fingið staðfest apupokur í Evropa, harav 23 av teimum vóru funnin í Spania. Sambært SSI hevði danin verið í feriu á Gran Canaria.
Smittusporing og sóttarhald er, sambært Richard Pebody eru tey tiltøk, sum kunnu forða fyri, at apupokur spreiðir seg. Men hann slær samstundis fast, at tað ikki er eitt virus, ið spreiðir seg lætt – og at fólk ikki gerast álvarsom sjúk.
Granskarar royna enn at finna útav, hvør keldan til smittuna er, meðan tað eisini verður roynt at finna útav, um tað er nakað við virusinum, ið hevur broytt seg.
Ávarar móti homofobi og rasismu
Teir flestu tilburðirnir av apupokum eru funnir hjá monnum, ið hava kynsligt samband við øðrum manni. Sambært evropeiska smittuverjustovninum, ECDC, so smittar virusið í samband við kynsliga samveru.
Miðilin NBC News skrivar, at serfrøðingar eru í holt at finna útav, um smittutilburðirnir av apupokum í Spania hava samband við Gay Pride-tiltak á Kanariuoyggjunum.
ST-stovnurin Unaids, sum samskipar stríðið móti hiv og aids, ávarar ímóti homofobi og rasismu í samband við miðlaumrøðu og umrøðu annars, nú apupokur-virusið er byrjað at spreiða seg, tí hóast smittan higartil er staðfest hjá monnum, sum hava havt kynsligt samband við aðrar menn, so undirstrikar Unaids, at øll kunnu verða rakt av sjúkuni.