WHO ávarar móti "skelkandi ójavnan" í sundurbýtingini av koppingarevnum

Í láginntøkulondum er tað bert ein út av umleið 500, ið eru koppsett, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í heimsheilsustovninum, WHO, sum hartar tey ríku londini fyri ikki at lata nóg mikið av koppingarevnum til fátæku londini

Sigurjón Einarsson
12. apríl 2021 kl. 13:50

Heimsheilsustovnurin, WHO, finst at tí “skelkandi ójavnaðinum” í býtinum av koppingarevnum millum tey ríku og fátæku londini.

- Tað er enn ein skelkandi ójavni í globala býtinum av koppingarevnum, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Hann sigur, at tað ikki hevur eydnast at liva upp til málið at fáa koppingarætlanir í gongd í øllum londum, ið var sett at vera farna leygardag.

WHO hevur fleiri ferðir ávarað móti einum órættvísum býti av koppingarevnum móti koronu.

Neyðhjálparfelagsskapir í Stórabretlandi, so sum Save the Children (Red Barnet) og Wellcome Trust hava heitt á bretsku stjórnina til at lata koppingarevnir til Covax-samarbeiðið.

Covax skal tryggja tey fátæku londini

Covax er ein koppsetingarsamgonga, ið WHO hevur sett á stovn fyri at tryggja, at tey fátæku londini eisini kunnu fáa nóg mikið av koppingarevnum. Inntil víðari hava umleið 100 lond fingið yvir 38 milliónir skamtar gjøgnum Covax.

Men Covax vónar at lata yvir tvær milliardir skamtar til fólkið í 190 londum innanfyri eitt ár. Tað er sett nøvn á 92 fátæk lond, sum eftir ætlan skuldu havt fingið koppingarevni samstundis sum tey ríku londini.

Tey fátæku londini, ið fyrst standa til at fáa koppingarevni gjøgnum Covax, eru millum annað Afganistan, Haiti, DR Congo, Etiopia og Somalia.

- Í miðal er tað soleiðis, at í londum við høgum inntøkum er næstan ein út av fýra koppsettur. Í londum, har inntøkan er lág, er tað bert umleið ein út av hvørjum 500, sum eru koppsett, sigur aðalskrivarin í WHO.

Nýggja ætlanin hjá Covax er nú, at tað fer at bera til at býta út yvir 100 milliónir skamtar út til lond kring heimin í leypi av apríl og mai.

Moralskt mistak

WHO finst eisini at londum, ið hava útvegað sær meira koppingarevni uttanum Covax.

- Hesar tvílandaavtalur vaksa um vandan við ójavnaðinum av koppingarevnum, sigur Tedros, sum fyrr í ár kallaði koppingarójavnaðin fyri ein “vanlukkuligt moralskt mistak”.

Londini, har inntøkan er høg, liggja í løtuni inni við 4,6 milliardum skamtum, meðan tey fátæku londini hava 670 milliónir skamtar. Tað vísa tøl frá The Duke Global Health Innovation Center, sambært Reuters.

Kelda: Reuters/Ritzau