WhatsApp fingið yvirstóra bót

WhatsApp hevur fingið eina heilt stóra bót fyri ikki at hava skil á dátaupplýsingum

Sigurjón Einarsson
7. september 2021 kl. 13:18

Appin, har til ber at senda boð við, WhatsApp, sum Facebook eigur, hevur júst fingið eina ovurstóra bót á 1,67 milliardir krónur, av tí at appin ikki hevur havt skil á persónligu dátaupplýsingum.

Tað skrivar Berlingske.

Tað er írska dátaeftirlitið, ið hevur leverað hesi boð til boðstænastuna. Talan er um størstu bótina nakrantíð til ein sosialan miðil í evropeiskum høpi. Orsøkin til stóru bótina er, at WhatsApp hevur deilt sínar brúkaraupplýsingar við Facebook, sum stríðir móti dátuverndarreglurnar, ið ES herdi afturi í 2018.

– Tær 225 milliónir evrurnar – 1,67 milliardir krónurnar – sum er upphæddin á bótini, er “fullkomiliga langt út”, ljóðar tað frá WhatsApp, ið fer at kæra dómin antin til ES-dómstólin ella hægstarættin í Írlandi.