Wataru Endo ávegis til Anfield

Tað er ein spurningur um tíð, áðrenn Liverpool kann kunngera triðja keypið í summar

Ragnar Sjúrðarson
17. august 2023 kl. 13:25

Liðskiparin hjá Japan og Stuttgart er áveg til Anfield. 

Sambært týsku avísini BILD byrjaðu samráðingarnar týsdagin, tá ítróttarstjórin hjá Liverpool, Jorg Schmadtke, spurdi japanaran og stutt eftir hevði Klopp eitt prát við Wataru Endo.

Í gjár fráboðaði Fabrizio Romano, at kostnaðurin kom at liggja um 134 milliónir krónur, men BILD sigur at kostnaðurin verður hægri.

Avísin sigur, at Liverpool rindar við vissu 149 milliónir krónur fyri Wataru Endo, við møguligum eykakostnaðum seinni.

Tilsamans skuldi bonuspakkin ligið um 37 milliónir krónur, og samlaði kostnaðurin kann tí enda við at verða 186 milliónir.

Liverpool hevur inntil víðari keypt Alexis Mac Allister og Dominik Szoboszlai í summar. Báðir byrjaði inni í ársins fyrsta dysti móti Chelsea