Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½ - 1½ á Suðurkorea á talvolympiaduni í Ungarn. Roknað var við einum jøvnum og spennandi dysti, og so var.
Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu við hvíta fólkinum, og John Rødgaard telvaði javnt á triðja borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti við svarta fólkinum á 1 borði.
Føroyar standa í løtuni nummar 67 í røðini av teimum 188 londunum í kappingini.
John Rødgaard hevur í kvøld sent hesa frásøgnina frá dystinum:
Sterkasti suðurkoreanin spældi bæði væl og uppfinningarsamt við hvíta fólkinum í kongaindiskum. Men tá Helgi aftur hevði fingið tamarhald á støðuni, offraði mótstøðumaðurin mann fyri tríggjar finnur. Støðan er ring at meta um, men líkt er til, at javnvágin er í lagi kortini. Helgi offraði býtismun afturímóti, men tað var eitt mistak. Nú stóð mótstøðumaðurin væl, men loraði tó so mikið, at støðan var jøvn at kalla. Teir endaðu í einum fløkjtum rókaendatalvi, sum var ringt at spæla. Tekniskt var tað helst remis, men Helgi fann ikki røttu leikirnar, tá á stóð.
Mótstøðumaður Høgna telvaði ótradisjónelt. Høgni fekk ræðið á góðum puntum og hartil bispaparið. Tá ið hann setti trýst á miðjuna, gjørdi suðurkoreanin eitt grovt mistak. Høgni fekk nú avgerandi álop kongsmegin. So kom eitt rókaoffur og máthóttan, sum eingin verja var ímóti. Flott!
Eg spældi við svarta fólkinum eina uppsetan, sum eg leingi hava ætlað mær at royna. Men eg fór skeivur. Í staðin fyri góða støðu í endatalvi, sum eg hevði fyrigyklað mær, fekk mótstøðumaðurin góðan byr. Eg mundi mist alt á gólvið í tíðneyðini, men brádliga var mótstøðumaðurin óansin, og so fekk eg skákað hann uppísaman, og so var javnt.
Luitjen stóð væl eftir byrjanarspælið. Við eitt helt eg, at hann hevði mistikið seg, men tá átti hann ein rimmarleik, sum bjargaði øllum. Nú helmaði hann ikki, fyrr enn hann setti mótstøðumannin skák og mát eftir eitt rókaoffur.
Suður Korea (96) - Føroyar (66) 1½ - 2½
IM Junheyok Lee (2364) - GM Helgi Dam Ziska (2553) 1 - 0
IM Hongjin Ahn (2251) - Høgni Egilstoft Nielsen (2379) 0 - 1
Hungi Yun (2124) - IM John Rødgaard (2273) ½ - ½
Kyungseok Lee (2044) - Luitjen Akselsson Apol (2219) 0 - 1
Tveir fram, tríggir aftur
Nú eftir sjey umfør eru tveir føroyskir telvarar, ið ganga fram í rating. Hinir tríggir ganga aftur.
Størsta hálið higartil ger føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol. Hann gongur góð 21 stig stig fram sum er. Høgni Egilstoft Nielsen stendur eisini til framgongd. Helgi Dam Ziska stendur til størstu afturgongdina, 11,8.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum eftir sjey umfør er henda:
Helgi Dam Ziska 2½/6 (- 11,8)
Høgni Egilstoft Nielsen 4/7 (+ 6,8)
Rógvi Egilstoft 2½/6 (- 2,2)
John Rødgaard 2/4 (- 11)
Luitjen Akselsson Apol 3/5 (+ 21,6)
Sveis í morgin
Í áttanda umfari í morgin møta vit Sveis. Teir eru styrkismettir nummar 38 og hava 2524 í miðalstyrkitali.
Føroyar hava ikki møtt Sveis nakrantíð í talv-OL, men í EM møttust londini í Reykjavík í 2016. Tá var úrslitið 3-1 til Sveis. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard telvaðu javnt.
Føroyska liðið í morgin verður hetta: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol.
India á odda
India vann í dag toppdystin móti Kina 2½ - 1½. India er einasta land, sum hevur vunnið allar dystir higartil. Kanska verður hetta olympiadan, har India vinnur á fyrsta sinni. Liðleiðari hjá India er Srinath Narayanan, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum og telvað. Hann hevur enntá telvað við Kollafjarðar Talvfelag í føroysku landskappingini.
Oddastøðan eftir sjey umfør er henda:
India 14 stig
Iran 13
Usbekistan 12
Ungarn 12
Armenia 12
Serbia 12
USA 11
Kina 11
Vietnam 11
Georgia 11
Norra 11
Frakland 11
Rumenia 11