Vóru skjótir í vendingini tá ið eldur kom í
Teir brúktu tað, sum var við hondina at sløkkja við
Áki Bertholdsen
11. november 2023 kl. 09:47
Um døgurðatíð í gjár kom eldur í eina gravimaskinu í Havnardali. Hol fór á eina slangu, so olja rann á motorin og tað varð so heitt, at eldur kom í, sigur løgreglan.
Men teir, sum vóru rundanum, hugsaðu skjótt, so teir fingu sløkt eldin við tí, teir høvdu við hondina, so teir brúktu bæði kaffi, sodavatn og vatn, at sløkkja við.
Og tað eydnaðist eisini so mikið væl, at motorurin fekk ikki nevnivert av skaða.