Vónleyst at gita hvør vinnur steypafinalurnar í flogbólti

Leygardagin verða steypafinalurnar í flogbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn. Í kvinnufinaluni møtast SÍ og Fleyr, og í mannsfinaluni SÍ og Mjølnir.

Myndin: Á myndini spæla Lukas Poulsen (SÍ) og Steffan Rosenlund (Mjølnir) fyri Føroyar, men leygardagin eru teir mótstøðumenn.
Ragnar Sjúrðarson
3. mars 2023 kl. 10:00

Steypafinala, kvinnur: SÍ – Fleyr kl. 16 

Kvinnurnar hjá SÍ eru í síni fimtu steypafinalu á rað. Av teimum fýra undanfarnu vann SÍ tríggjar, har allir sigrarnir vóru eftir fimmsettarar, men í fjør tapti SÍ 3-1 fyri júst Fleyr.

Hvør ferð at lyfta steypin í ár, er vónleyst at spáa um.  

 

Í landskappingini hava liðini spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum, og liðini hava vunnið hvør sín 3-1 sigur, men einastu stigini SÍ hevur tapt í landskappingini í ár, er í 3-1 tapinum fyri Fleyr fyrst í oktober. Tá var tað uttan ukrainsku Svitlanu Shvanska, sum hevur styrkt liðið nógv við síni slagkraft, og ikki minst hørðu servunum. 

Fleyr hevur gaman í eisini bara tapt ein dyst í landskappingini – tann ímóti SÍ – men hevur tó verið úti í fimmsettarum ímóti bæði KÍF og Mjølni, og tað sama hendi í steypakappingini ímóti KÍF. Eftir hesum úrslitum at døma, er SÍ kanska at meta sum lítil favorittur, men hinvegin sóu vit eisini í hálvfinaluni, at tað var um reppið, at SÍ ikki vann seg í finaluna, tá støðan var 10-8 til TB í javnbrótaranum, sum SÍ tó at enda vann 15-12. So, hevur Fleyr ein góðan dag, so kann tað henda, at vit fáa tann fimta fimmsettaran í seks ár. 

Kvinnufinalan byrjar kl. 16, og fyrsti-dómari verður Dávið Ryan og Randi Larsen annar- dómari.  

 


Steypafinala, menn: SÍ – Mjølnir kl. 19
Er trupult at gita um kvinnufinaluna, so er tað ikki minni trupult at gita um mansfinaluna, har SÍ og Mjølnir møtast. Felags fyri bæði er, at tað var um hár gjørt, at tey yvirhøvur komu í finaluna, tí í hálvfinalunum vóru tey bæði aftanfyri 2-1 ímóti ávikavist Fleyr og ÍF, men komu afturíaftur og vunnu javnbrótaran.

SÍ og Mjølnir hava møtst tríggjar ferðir í landskappingini í ár, har tveir av dystunum vóru fimmsettarar, og úrtøkan var ein sigur í part. Tann triði dysturin teirra millum var seinasta leygardag, og ta aðalroyndina til steypafinaluna vann Mjølnir trygt 3-0, tó at fyrstu tvey settini endaðu 25-23. Hetta úrslitið hevði eisini við sær, at tað verður meira enn torført hjá SÍ at koma í FM-finalurnar, og tí er steypafinalan hon, sum kann bjarga kappingarárinum hjá SÍ, sum kom illa frá byrjan, m.a. tí pappírini hjá sterka serbanum Mileta Vesovic komu seint í rættlag.  

 

Hjá Mjølni hevur landsliðsleikarin Steffan Rosenlund sitið uttanfyri við skaða í longri tíð, men seinastu dystirnar hevur hann tó latið seg í stuttu brøkurnar, tó at hann ikki hevur verið á vøllinum, men verður hann til reiðar at spæla leygardagin, so ger tað frammanundan sterka Mjølnir-liðið uppaftur sterkari. 

 

Við støðuni í landskappingini sum grundarlagi, har Mjølnir er sjey stig frammanfyri SÍ, má Mjølnir metast at vera lítil favorittur, men tann støðan sigur ikki alla søguna, tí SÍ hevur tikið seg nógv fram so hvørt sum kappingin er liðin, og í stóru dystunum við larmandi áskoðarum trívast sørvingarnir væl, so hvør veit, um vit ikki fáa ein fimmsettara... 

 

Eisini í mansfinaluni, sum byrjar kl. 19, verður Dávið Ryan fyrsti-dómari, og annar-dómari verður Alex Troleis.