Vónin er, at tað er ein riva í øllum

There is a crack, a crack in everything: Tá kríggið er liðugt er ein framúrskarandi leikur um vakra manngóðsku mitt í krígsins absurda óndskapi 

Sjúrður Skaale
23. september 2023 kl. 09:34

”All Quiet on the Western Front” frá 1929 er kanska framvegis besta krígsbók, sum er skrivað. Hon lýsir tað vitloysið sum tað er, at ungir menn verða sendir at drepa aðrar ungar menn fyri at nøkta valdstráanina og stórvaldadreymarnar hjá onkrum leiðara. 

Karmurin um søguna var fyrra verðinskríggj. Tað stóra, drúgva skotgravakríggið í Europa. 

Nú – meira enn 100 ár seinni – er aftur skotgravakríggj í okkara heimsparti. Og leikurin, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum í hesum døgum - Tá kríggið er liðugt – er ein sera sterk søga um tað sama: 

At tað er sjúkt, ónt og absurd at fólk verða send út at drepa onnur fólk, sum tey hava alt til felags við. 

Karmurin um leikin er ikki eitt skotgravakríggj, men síðstu dagarnir av øðrum heimsbardaga, tá ein sovjettiskur soldatur møtir eini týskari kvinnu í Berlin. Sambært teirri ideologi, tey eru fóðrað við, eiga tey at drepa hvørt annað – men í staðin finna tey hvørt annað, og tað menniskjaliga sleppur at troka krígsins perversa, ideologiska logikk til viks mitt inni í ørskapinum. 

Tað er ógvuliga súmbolskt, at tónleikurin er skrivaður av einum russiskum tónasmiði, handritið av einum hvítarussiskum høvundi, og at sovjettiski hermaðurin (sum eg skilti tað) er úr Kiev. 

Og tað er hugvekjandi, at leikstjórin er ein ukraini, sum er rýmdur til Føroya undan krígnum. Var hann ikki flýddur undan tí veruliga krígnum, var eingin leikur um kríggj í Havn. Hansara lagna er ein verulig søga um kríggið – og hann sigur okkum eina fiktiva søgu um kríggj. Sjónleikarhúsið í Odessa, har hann starvaðist, er nú hermannasjúkrahús. Hann setir upp í Norðurlandahúsinum í staðin...

Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard, sum fyri stuttum góvu okkum leikin Lykken, eru heilt framúr. Tey umboða aftur hesaferð bólkin Det Ferösche Compagnie – og tað er lætt at fáa ta hugsan, at hesin bólkur hevur sama týdning fyri føroyskan sjónleik í dag, sum Gríma við Eyðuni Johannesen, sála, hevði í síni tíð. 

Búi og Kristina skifta millum tveir leiklutir hvør, og tey spæla so væl og gera persónarnar so livandi, at áskoðarar blivu sjónliga rørdir. Tá tann sovjettiski hermaðurin verður týskur og tann týska kvinnan russisk hendir tað púra náttúrliga í somu pallmynd og enntá í sama setningi. Vit síggja, at hesi fólkini eru eins og hava somu áhugamál. Tey eru bara fødd inn í hvør sína nationala ideologi undir hvør sínum leiðara.  

Við tí, sum hendir í okkara heimsparti í hesum døgum, er valla eitt meira viðkomandi tema at lýsa, enn júst hetta: Krígsins djevulskap, skaptur av sjúkligari tráan hjá valdsharrum eftir enn meira valdi og eftir at vinna sær eina serliga støðu í søguni. 

Óndskapurin og kynisman, sum vit síggja í Ukraina í 1923, er tann sama sum hon var undir fyrra og seinna heimsbardaga. 

Hvussu ber tað til? Hvussu kunnu kríggj yvirhøvur bera til? 

Tað eru nógvar orsøkir, men leikurin lýsir eina teirra sera týðuliga: Kríggj bera lutvíst til tí at menn – og sum leikurin sýnir eru tað meira menn enn kvinnur – lata seg lætt blinda av ideologiskt løddum hugtøkum sum stoltleika, heiður og æru. Teir vilja drepa fyri hesi hugtøk uttan at skilja, at teir eru finnur í talvinum hjá fólki, sum teir einki hava til felags við. 

Tað er tann stóra tragedian. Teir valdsharrar, soldatarnir drepa fyri, hava teir einki til felags við. Tey, sum teir drepa, hava teir alt til felags við. Soleiðis var tað hjá teimum, sum drupu fyri Hitler. Soleiðis er tað eisini hjá teimum, sum drepa fyri Putin. 

Men tað er heldur eingin ivi um, at søgur sum tann, vit hoyra í leikinum, fara fram í veruleikanum. Í 1945 sum í 2023. 

”There is a crack, a crack in everything / That's how the light gets in” sigur Leonard Cohen. Leikurin Tá kríggið er liðugt vísir okkum eina rivu í tí ljóta, nationalistiska, ideologiska bygninginum í 1945. 

Tað eru eisini slíkar rivur í dag. Fyrr ella seinni kemur ljósið inn. Fyrr ella seinni brýtur manngóðskan sær veg upp í ljósið, júst sum eitt grasstrá, ið brýtur sær veg upp gjøgnum tjúkt asfalt. 

Men endar ringrásin kríggj-friður nakrantíð? Neyvan. Tí menniskjað broytist ikki. Sum Cohen sigur í sama sangi: 

Ah, the wars they will be fought again
The holy dove, she will be caught again
Bought and sold, and bought again
The dove is never free 

Vónin er, at tað er ein riva í øllum. 

--

At enda: Sum leikurin sýnir er kríggj samansett og fløkjasligt. Men skorið inn á bein er tað eisini – viðhvørt – eitt stríð millum ónt og gott. Millum bøðil og offur. Ófrælsi og frælsi. Frá 1940 til 1945 vóru hermenn, sum vardu onnur móti óndum kreftum. Sum stríddust ikki bara tað góða, men tað fullkomiliga neyðuga og avgerandi stríðið. Tað eru tað eisini í dag.