Meðan føroysku spælararnir og øll tann stóra føroyska legan í Berlin í kvøld stórfegnaðust, tá ið sveisisku dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 26 – 26, so var vónbrotið øgiligt í norsku leguni.
Skjóta staðfestingin er at siga, at norðmenninir undirmettu smáu Føroyar og føroyska liðið, sum fyri fyrstu ferð er við í endaspæli, men tað siga norðmenn, at teir ikki gjørdu:
-Vit vistu, at tað fór at vera torført. Vit vóru fyrireikaðir til, at Føroyar fór at spæla nógv við 7 ímóti 6, men kortini eydnaðist tað okkum ikki at steðga teimum heilt. Orsøkin er tann, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein av heimsins bestu í tí partinum av spælinum, og soleiðis vísti tað seg eisini at vera í kvøld, sigur norski venjarin Jonas Wille, og hann heldur fram:
-Í 1. Hálvleiki gekk tað javnt á. Tíðliga í 2. hálvleiki vunnu vit fleiri góðar møguleikar, men málverjin bjargaði fleiri ferðir. So var tað hips um haps og marginalirnir vóru ikki við okkum at enda, tá ið vit mistu verjuálitið, sum sá reytt, og tá ið vit søplaðu sigurin burtur, tí tá ið tveir minuttir vóru eftir, vóru vit frammanfyri við trimum málum. Fá sekund undan leikloki pilkaði Elias Ellefsen á Skipagøtu bóltin frá okkum. Tað eigur ikki at koma fyri, og so javnaði hann við brotskasti til 26 – 26. Vit eru vónbrotnir, men vit ugga okkum við, at vit framvegis hava møguleika at spæla okkum í miðumfarið, sigur Jonas Wille norskur landsliðsvenjari.
Tey bæði liðini, sum vinna seg víðari úr bólkinum, fara at spæla miðumfar í Hamburg. Tað er greitt, at mótstøðuliðini vera Danmark, Portugal, Holland og Svøríki.
Mánakvøldið verður tað greitt, hvørji tvey fara at halda fram úr bólki D. Slovenia hevur fýra stig, Norra hevur trý stig, Føroyar hava eitt stig, og Pólland hevur einki stig. Mánadagin hittast Føroyar og Pólland og Norra og Slovenia.
Um Føroyar skulu vinna seg víðari, so eru treytirnar, at Føroyar vinna ímóti Póllandi, og at Slovenia vinnur við fleiri enn trimum málum ímóti Norra.