Samgongan hevur givið eina røð av lyftum, sum enn ikki eru hildin. Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, nú flokkurin hevur sín árliga landsfund í dag.
Hann heldur, at hetta er ein orsøk til, at Samgongan stendur seg so illa í veljarakanningunum, sum eru gjørdar.
Hann vísir eisini á, at hetta eru lyfti, sum fara at kosta landskassanum alt ov nógv. Hetta eru lyfti, sum hanga í leysari luft - uttan at tey eru fíggjað.
Hann sigur, at lyftið um at stytta arbeiðsvikuna er eitt av hesum lyftum.
– Vónandi verður tað ikki veruleiki, nú bæði landskassin og arbeiðsmarknaðurin eru undir trýsti, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann heldur eisini, at skattalættin hjá samgonguni vendir púra skeivt, tí tey lágløntu fingu onki - uttan enn hægri oljuavgjald og hægri almenn gjøld.
– Og so hava tey revsað føroyskar fiskimenn og sjómenn - og arbeiðsfólk uttanlands. Væl yvir 1000 fólk mótmæltu, men landsstýrið lurtaði ikki.
– Onnur lond vísa størri virðing fyri hesum bólkinum. Tað hevði klætt okkum - eini fiskivinnutjóð við tiltikið dugnaligari og flytførari arbeiðsmegi - at gjørt tað sama.
Eisini vil samgongan minka ríkisveitingina 25 milliónir um árið, soleiðis, at ríkisveitingin verður 100 milliónir lægri um tvey ár.
Tað merkir, at vit fáa 100 milliónir kr minni til vælferð hvørt ár - hóast tað er hall á fíggjarlógini - og hóast ongar tryggar inntøkur verða settar í staðin, sigur Bárður á Steig Nielsen.
–At samgongan minka ríkisveitingina 100 milliónir um árið ímeðan hall er á fíggjarlógini - tað er í míni verð beinleiðis órógvandi, sigur Bárður á Steig Nielsen.