Tað eru góðar vónir um, at dialýsu-viðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsið kann byrja um ársskiftið. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í nógv ár hevur verið tosað um, at tað skuldi bera til at fáa dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og í fjør koma tað hartil, at ein millión varð sett av á fíggjarlógini fyri í ár til endamálið.
Ætlanin var at byrja nú í heyst, men tann ætlanin fekk ein skot fyri bógvin og tí hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú spurt landsstýriskvinnuna, hvussu landið liggur. Hann heldur ikki, at teir suðuroyingar, sum hava brúk fyri Dialýsu, kunnu bíða longur.
Margit Stórá ásannar, at fyri sjúklingarnar er tað ein fyrimunur at sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna.
Men hon staðfestir samstundis, at fyri leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum er tað avgerðandi, at dialýsu-viðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður á sama læknafakliga stigi, sum viðgerðin á Landssjúkrahúsinum.
Tí varð støða tikin til, at dialýsan í Suðuroy skuldi skipast sum ein satelittur, sum tey kalla tað. Hetta merkir, at dialýsan á Suðuroyar sjúkrahúsi er ein partur av dialysu-viðgerðini á Landssjúkrahúsinum, og at viðgerðin í Suðuroy verður undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.
Margit Stórá vísir á, at í okkara grannalondum er tað ikki óvanligt at hava dialysu-viðgerð uttanfyri meginsjúkrahúsini, men tað er altíð í samstarvi, við eitt sjúkrahús, sum hevur eina nýradeild og serlæknar á økinum.
Í Sjúkrahúsverkinum varð avtalað, at Suðuroyar sjúkrahús skuldi standa fyri at útvega hóskandi hølir og fáa neyðugu útgerðina til vega og at Landssjúkrahúsið skuldi standa fyri tí læknafakliga partinum og fyri at seta starvsfólkini.
Ætlanin var, at farast skuldi undir dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi í heyst. Suðuroyar sjúkrahús er nú klárt við nútímans hølum, og nýggjastu tøknini, til at geva dialysuviðgerð, og síðsta mánadagin vórðu tólini sett til.
Samstundis lýsti Sjúkrahúsverkið eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til endamálið, har starvsstaðurin var á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin tí tað eydnaðist ikki at seta størvini. Nú er so lýst av nýggjum, har starvsstaðurin er á Suðuroyar Sjúkrhúsi.
Men har tey, sum verða sett, skulu vera á Landssjúkrahúsinum, og lutvíst eisini á einum donskum sjúkrahúsi, í eina tíð at læra seg at geva dialýsu.
– Sjúkrahúsverkið hevur vónir um, at skikkaðir umsøkjarar vera til størvini hesa ferð og at tað eydnast tað at seta størvini. Sostatt eru góðar vónir um, at farið verður undir at dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi um ársskiftið, sigur Margit Stórá.