Nú verður ljósskipanin inni í Vika skift. Tað skrivar torshavn.fo.
Ætlanin er at útboð skulu fara fram til várs og at ljósskipanin er liðug at taka í nýtslu fram móti heystinum. Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið.
Sambært vallarreglugerðini hjá FSF er kravið til stadionljósstyrki uppá í minsta lagi 250 EV(lx). Kravið hevur verið galdandi í nøkur ár, og verandi ljósskipan lýkur ikki hesar treytirnar. Sostatt hevur leikvøllurin inni í Vika bara verið góðkendur upp á undantak seinastu árini. Verandi ljósskipan er heldur ikki nøktandi til vanligar venjingar.
Sambært eykajáttan av meirinntøkum 2022 samtykti býráðið at seta kr. 3 mió. av til m.a. nýggja ljósskipan við vøllin inni í Vika.
Neyðugt er at gera ávísar kanningar av verandi mastrarfundamentum og sjálvum mastrunum. Eisini skal kannast, hvør ljósskipan er best hóskandi fyri at uppfylla treytirnar í Vallareglugerðini hjá FSF, haraftrat skal hædd takast fyri ljósdálking. Royndirnar frá nýggju ljósskipanini á Ovara vølli verða eisini tiknar við.
Tíðarætlanin er, at øll ráðgeving viðíkjandi mastrarfundamentum, mastrum og ljósskipan, harundir eisini møguliga atknýtt elarbeiði, er liðug um miðjan mars, so at útboð kunnu fara fram til várs, og at ljósskipanin er liðug at taka í nýtslu fram móti heystinum.
Trivnaðarstjórin og mentamáleiðarin mæla til at geva umsitingini heimild til at fáa til vega ráðgeving viðvíkjandi tekniskum installatiónum í sambandi við at fáa nýggja ljósskipan, og at umsitingin fær heimild til at bjóða út nýggja ljósskipan at leggja fyri nevnd til støðutakan.
Harumframt verður mælt til at játta kr. 3. miljónir av løgukarmi til nýggja løgujáttan Ljósskipan inni á Vika. Mentamála- og fíggjarnevndirnar tóku undir við tilmælinum í farnu viku, og málið kemur fyri býráðið nú hóskvøldið.