Volkswagen vil seta $5 millardir í elbilar hjá Rivian

Fyri nøkrum fáum árum síðani bleiv Rivian meira virðismikið enn týski bilrisin Volkswagen. Men nú er Volkswagen aftur í førarasetrinum við einari $5 milliardir íløgu í Rivian.

Halgir Winther Nagata
26. juni 2024 kl. 09:40

Nýggja avtalan millum Volkswagen og Rivian inniber eina risastóra peningaupphædd til síðstnevnda, hvørs partabræv hevur havt nøkur turbulent ár. Tíðindi um hesa íløguna fekk tó partabrævið at hækka við meira enn 50% sambært Reuters.

Avtalan inniber eisini deiling av vitan og tøkni. Software deildin hjá Volkswagen hevur seinastu árini havt tað næstan líka turbulent sum Rivian partabrævið, og stendur yvir fyri stórum avbjóðingum. Tá kemur ekspertisan hjá Rivian væl við.

Bilamarknaðurin stendur yvir fyri einari stórari elektrifisering, og tað hevur við sær bæði vinnarar og taparar. Til dømis skrivaði Dimma fyri einari viku síðani um elbilaframleiðaran Fisker, sum fór á heysin.

Volkswagen stendur til at verða ein av vinnarunum við sínum sterka vørumerki og úrvali av serliga ID-røðini av elbilum. Íløgan í Rivian er ein partur av hesari gongdini.