Vøksturin er størst í Sandoynni og minst í Suðuroynni

Tað hevur havt stóra ávirkan á Sandoynna, at tey hava fingið undirsjóvartunnil

Áki Bertholdsen
13. november 2024 kl. 11:20

Sum vit skrivaðu í áðni hava føroyingar fingið 12,6 milliardir í lønum hetta seinasta árið, frá novembur í fjør til oktobur í ár. 

Men tað er stórur munur á, hvussu gongdin hevur verið hetta seinasta árið. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at tað er í Sandoynni, har vøksturin hevur verið størstur, tí har eru lønargjaldingarnar hækkaðar 8,82 prosent.

Hinvegin er vøksturin minst í Suðuroynni, tí har hevur hann bara verið 1,24 prosent.

Myndin niðan fyri vísir, hvussu stór framgongdin í lønargjaldingum hevur verið í teimum ymsu økjunum kring landið.

Yvirhøvur eru fleiri dømi um, hvussu stór framgongdin hevur verið í Sandoynni síðani undirsjóvartunnilin kom. 

Frá at vera eitt øki við næststørsta arbeiðsloysinum aftan á Suðuroynna, har tað er størst, er arbeiðsloysið í Sandoynni nú tað minsta í landinum. 

Frá at vera eitt øki við alsamt minkandi fólkatalið, er aftur fólkavøkstur í Sandoynni, ímeðan fólkatalið minkar í Suðuroynni. Og nú er tað so eisini tað økið, har framgongdin í lønargjaldingum er størst upp á seg.

Tað sæst eisini, at Sandoyggin hevur nú ein størri prosentpart av øllum lønum, sum verða goldnar í Føroyum. 

Fyri 10 árum síðani vóru 1,6 prosent av øllum lønum goldnar í Sandoynni, men nú er tað 1,9 prosent.

Fyri 10 árum síðani vórðu 7,2 prosent av øllum lønum goldnar í Suðuroy, nú er tað 5,9 prosent.