Vøksturin er lakari enn hann hevur verið

Í desember 2024 vóru 30.250 fólk í starvi, og vøksturin sammett seinasta árið var 0,3 prosent

hagstova.fo
14. januar 2025 kl. 12:27

Í desember vóru sløk hundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Tað veit Hagstovan at siga í dag.

Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,3 prosent. Hetta er ein lakari vøkstur enn undanfarin ár. Tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins og nógv, sum undanfarin ár.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í desember vóru 30.244 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 91 starvsfólk, ella 0,3 prosent, fleiri enn desember árið fyri. 

 Fleiri menn — men eingin broyting hjá kvinnunum

Í desember vóru um 15.500 menn og knapt 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við desember árið fyri var næstan eingin broyting hjá kvinnum, sum vóru tríggjar færri. Menninir vóru næstan hundrað fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,6 prosent.