Kenda mótatíðarritið Vogue hevur nú leysgivið myndirnar, sum eitt lið av mótafotografum tók fyri amerikansku klædnafyritøkuna Devaux í ringasta summarstormi í síðstu viku.
Talan er um klæði, ætlað monnum, hóast modellin, sum vísir fram klæðini er ein kvinna. Myndirnar eru tiknar í vøkrum føroyskum náttúruumhvørvi, men eisini á meira ráum støðum, sum vísa til fiskivinnuna, eitt nú avlagda troldunganum hjá Vónini.
Les eisini: Føroyar í illveðri leiktjald til altjóða mótamyndir
Tað er kanadiski fotografurin Tommy Ton, sum eisini tók myndirnar frá Blue Challenge Fashion sniðgevarakappingini í Føroyum í fjør, sum hevur tikið myndirnar.
Myndarøðin sæst á heimasíðuni hjá Vogue