Seinast Vladmir Putin vitjaði Norðurkorea var um túsundáraskifti fyri 24 árum síðani. Eftir russisku innrásina í Ukraina eru Russland og Norðurkorea tó blivin vinarligari. Norðurkoreanski einaveldisráðharrin Kim Jong-Un hevur stuðlað Russlandi við vápnum, og tann stuðulin ynskir Putin at tryggja heldur fram. Tað skrivar DR.
USA er størsti hernaðarligi stuðul hjá Ukraina í sínari verju móti russisku innrásini, og har eru tey varin um eitt tættari samband millum Russland og Norðurkorea. Tað skrivar The Guardian. USA er eisini stórur stuðul hjá Suðurkorea, hvørs viðurskifti við Norðurkorea eru søguliga spent.