Vita ikki hví hann sakk vestan fyri Suðuroynna

Kanska hevur hann siglt á okkurt, sum fleyt í sjónum

Myndin er frá Sjóvinnustýrinum
Áki Bertholdsen
11. januar 2024 kl. 16:53

Tað hevur ikki eydnast at finna orsøkina til at útróðrarbáturin, Ellinor, úr Fuglafjørði, sakk vestan fyri Suðuroynna tann 8. novembur í fjør.

Sjóvinnustýrið hevur kannað hendingina, men tað hevur ikki eydnast teimum at finna orsøkina.

Teir vóru á veg til útróðrar, men 50 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna, varnaðist teir báðir menninir, sum vóru við, at báturin var farin at leka.

Teir løgdu merki til, at báturin hevur lagt seg eitt sindur á bakborð. Tá hugt varð út á dekkið sást, at sjógvur er á dekkinum frá yvirkant á lúnning aftan og meira enn fimm metrar fram á dekkið.

Tá varð báturin lagdur stillur og menninir fóru í bjargingardraktir. Teir sendu út neyðarkall og fóru í bjargingarbátin. Eftir umleið 25 minuttir í bjargingarbátinum var bjargingartyrlan á vanlukkustaðnum og førdi báðar menninar á Landssjúkrahúsið.

Sjóvinnustýrið sigur, at tað ber ikki til at finna orsøkina til at báturin sakk. Samstundis ber ikki til at fáa fatur á skrokkinum, tí han liggur á havsins botni.

– Báturin hevði ein góðan intaktstabilitet, sum uppfylti stabilitetskrøvini sambært galdandi

reglum. Tískil verður metti intaktstabiliteturin hjá bátinum, áðrenn báturin fór at leka, ikki

mettur at vera orsøk til vanlukkuna, sigur Sjóvinnustýrið.

Men stutt frammanundan teir varnaðist lekan, høvdu teir hoyrt ein hvøllan brest. Men eingin stoytur var at føla, so teir hugsaðu ikki meiri um tað.

Sjóvinnustýrið heldur, at teir kunnu hava siglt á okkurt, sum fleyt í sjónum. Teir nevna eisini, at skrokkurin kann hava fingið eitt møðisbrot, ella at róðurbrunnurin, hevur sprongt hol á skrokkin.

Róðurbrunnurin er stoypt fast í bátin, men hon er ikki úr rustfríum stáli.

Tænastuveitarin metir, at hetta er eitt veikt punkt í bátinum. Páhaldið er, at

rustað tilfar víðkar seg við tíðini, uppí fleiri ferðir tjúktina og tað kann gera

rivur og hol í skrokkin. Við tað, at róðurbrunnurin er undir vatnlinjuni, hevði tað likið

inn í skrokkin í stýrimaskinrúminum og niður í kjølin.