Vit veksa framvegis - men fleiri staðni er stígur komin í

Í fjør búskaparligi vøksturin í Føroyum 2,5 prosent

Áki Bertholdsen
8. oktober 2024 kl. 09:45

Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, men í fleiri londum í Evropa, er stígur komin í.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at í fjør vaks bruttutjóðarúrtøkan í Føroyum 2,5 prosent. Hetta er í føstum prísum og tað merkir, at príshækkingar eru ikki við.

Talvan vísir búskaparligu gongdina hesi seinastu fimm árini

Bruttotjóðarúrtøkan vísir, hvussu stór virðisskapanin í einum landi er. Tá ið bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum vísir tað um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. 

– Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini, staðfestir Hagstovan. 

Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent bæði í 2021 og 2022. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið. 

Hinvegin er stígur komin í búskapin í fleiri londum í Evropa. Vøksturin í føroyska búskapinum er størri, enn hann var í øðrum londum í. Evropa í fjør, uttan í Íslandi, har vøksturin var fimm prosent.

Annars er búskapurin í ES-londunum vaksin 0,4 prosent í miðal.

Stígur hevur eisini verið í norska búskapinum,  tí har vaks hann 0,5 prosent í fjør. Hinvegin hava bæði Finnland og Svøríki havt afturgongd í búskapinum í 2023. Búskaparvøksturin í Danmark var hin sami, sum í Føroyum, nevniliga 2,5 prosent.

Hagstovan sigur, at tað er fyrst og fremst tilfeingisvinnan sum er orsøkin til vøksturin og allir tríggir høvuðsvinnugreinabólkarnir vuksu í fjør.

Fleiri tilfeingisvinnurnar stóðu seg væl í fjør, og vakstrarískoytið hjá tilfeingisvinnunum var 1,6 prosent. Tað svarar til oman fyri helmingin av virðisøkingini í fjør. Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í fjør, men minni alilaksur varð tikin.

Vakstrarískoytið frá tænastuvinnuni var eitt prosent í fjør. Her var tað sjóflutningur, ið gav størst íkast. Framleiðsluvinnan hevur havt vakstrarískoyti upp á 0,5 prosent í fjør og av framleiðsluvinnunum, var tað byggivinnan ið gav størst íkast til virðisøkingina.

Annars er tað ein stórur prísvøkstur, sum hevur sett sín dám á árið í fjør. Tað sæst aftur í, at í ársins prísum vaks bruttotjóðarúrtøkan heili 6,7 prosent ella slakar 1,7 milliardir krónur. Ársins prísir er krónutalið tá ið prísvølsturin er tikin við. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum var sostatt næstan 26,9 milliardir krónur í fjør og tað er 496.000 krónur fyri hvønn íbúgva í Føroyum.