Vit útflyta framvegis til Russland - men tølini minka

Sum heild er Føroyski útflutningurin til Russlands minkaður nakað síðani kríggið

Áki Bertholdsen
18. oktober 2023 kl. 10:58

Í august í ár útfluttu Føroyar vørur til Russlands fyri 76 milliónir krónur. Av hesum eru heilar 68 milliónir útflutningur av uppsjóvarfiski.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir sostatt, at í august í ár var føroyski útflutningurin til Russlands størri enn hann var í august í fjør, tí tá var hann 58,9 milliónir.

Men hetta er kortini munandi minni enn í august í 2021, tí tá útfluttu vit fyri 218,4 milliónir til Russlands.

Útflutningurin til Russland er rættiliga skiftandi, men sum heild er hann minkaður síðani innrásina í Ukraina. Beint eftir innrásina í fjør, minkaði hann nógv, samanborið við sama tíðarskeið í 2021, men so vaks hann aftur, men so vaks hann aftur – men sum heild er hann minkaður.

Annars vísa tølini at í tíðarskeiðnum frá januar til august í 2021, var føroyski útflutningurin til Russlands yvir 1,2 milliardir.

Í sama tíðarskeiði í fjør var hann helvtina minni, ella góðar 600 milliónir og frá januar til august í ár er hann so aftur nakað størri enn í fjør, ella einar 800 milliónir.

Men um talan er um nátúrligar orsøkir, ella um hetta hevur nakað við kríggið at gera, skal vera ósagt.