VIT SVÍKJA BØRNINI Á FLEIRI LØGUM!

Nógv er frammi um alment gagnligt byggjarí, at vit skulu byggja lestrar, ungdóms- og eldraíbúðir og at vit skulu útstykkja nógv meira í Tórshavnar kommunu. Hesum kann eg sjálvandi taka undir við. Tó er tað er ein bólkur, ið ongantíð fær møguleika at fáa burturav stóru lagkøkuni, tá stykki skulu deilast út og tað er bólkurin við teimum lægst løntu ella teimum støku við einari inntøku og tað tykist, sum ongin ger nakað veruligt fyri at hjálpa teimum.

Sára Gullfoss
5. november 2024 kl. 08:54

Nógv er frammi um alment gagnligt byggjarí, at vit skulu byggja lestrar, ungdóms- og eldraíbúðir og at vit skulu útstykkja nógv meira í Tórshavnar kommunu. Hesum kann eg sjálvandi taka undir við. Tó er tað er ein bólkur, ið ongantíð fær møguleika at fáa burturav stóru lagkøkuni, tá stykki skulu deilast út og tað er bólkurin við teimum lægst løntu ella teimum støku við einari inntøku og tað tykist, sum ongin ger nakað veruligt fyri at hjálpa teimum. 

Hvør hugsar um staka pápan, mammuna ella unga parið við børnum, ið hvørja løtu kunnu vænta at enda á gøtuni, tí tey antin ikki hava ráð til húsaleigu ella tí íbúðin, tey búgva í, skal seljast ella nýtast til Airbnb. Hesi hava í nógvum førum trupult við at fáa endarnar at røkka, tí samfelagsliga er alt dýrkað. Bíðilistin hjá Bústøðum er stórur, men hvat hjálpir tað at standa á einum lista, tá tú ongan livandi kjans hevur at fáa lán í bankanum og ei heldur hevur ráð at gjalda høgu leiguna, skuldi tú verið so heppin at fáa tillutað ein bústað? So hjá summum gevur tað ikki meining at standa á einum bíðilista.


BØRNINI GJALDA PRÍSIN

Í Sosialinum 17. september 2018 varpaðu heilsufrøðingar og starvsfelagar hjá mær á stóra trupulleikan við manglandi bústøðum til barnafamiljur og støðan síðani tá er bara versnað.

Í greinini kemur m.a. fram at størsti trupulleikin hjá barnafamiljum er, tá tær ikki hava tak yvir høvdið, at familjurnar eru heimleysar. Hetta er ein trupulleiki, ið skríggjar til himmals men hóast tað, so eru tað fá, ið hoyra skríggið. Ein av orsøkunum til tað er skommin; at tað kennist trupult hjá raktu familjunum at boða alment frá um júst hetta, tí tað er pínligt at standa uttan tak yvir høvdið. 

Víðari stendur, at familjurnar heldur enn at gera vart við seg, fara heim til ommur, abbar, foreldur, vinir o.s.fr. Har kunnu familjurnar fáa eitt kamar ella tvey til seg og síni børn, men tað er ikki besta loysn, verður sagt í greinini. Onnur eru kanska heppin og fáa fatur á eini íbúð ella einum húsi í vánaligum standi, við t.d. soppi men fyri ein kostnað, ið til ber at gjalda, ella tey seta seg fyri høga leigu við tí úrsliti, at trupult er at hava ráð til mat, klæðir o.a.

Hendan støðan hjá teimum lægst løntu er alt annað enn góð! Sum heilsufrøðingar møta vit strongdum foreldrum, tey vita ikki síni livandi ráð og somuleiðis síggja vit avleiðingar av støðuni, har tað gongur út yvir børnini.

Gransking vísir, at børn, ið vaksa upp í fíggjarliga sperdum heimum við strongdum foreldrum, kunnu uppliva fleiri avbjóðingar. At familjurnar eru illa fyri fíggjarliga kann avmarka atgongdina til grundleggjandi tørv so sum heilsugóðan mat, hóskandi klæði og støðugan bústað. Tað kann eisini merkja færri møguleikar fyri frítíðarvirksemi og somuleiðis kunnu børnini skammast yvir íbúðarstøðuna og vilja ikki taka vinir við heim, sum so kann ávirka teirra sosiala lív og samband við javnaldrar.

Víðari sigur gransking, at børn, ið vaksa upp í húsum við vánaligum standi, kunnu uppliva álvarsamar avleiðingar fyri bæði likamliga og sálarliga heilsu. At búgva í húsum ella íbúðum við fukti, soppi og trekki kann serliga fyri børnini viðføra, at tey fáa sjúkur sum astma, eksem og ovurviðkvæmi. Manglandi upphiting ella trekkur kann hava við sær, at sjúkur sum forkølilsi og influensatilburðir gerast vanligari. Støðan kann eisini hava neiliga ávirkan á sálarligu menningina hjá børnunum og elva til angist, tunglyndi og lágt sjálvsálit og harafturat kunnu børn í slíkum heimum eisini taka ábyrgd ov tíðliga, so sum at hjálpa við húsligum arbeiði ella at ansa yngri systkjum.

Langtíðar avleiðingarnar kunnu ávirka útbúgving og yrkisval teirra, tí tey kunnu hava trupult við at hugsavna seg um skúlan og at fylgja sínum áhugamálum.


STØÐAN ER ÁLVORLIG

Støðan viðvíkjandi manglandi góðum bústaði hjá lágløntum barnafamiljum er sera álvarsom, tí tað vísir seg, at tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin og heilsuna hjá børnunum. Afturat tí er eisini passandi at nevna dagstovnaøki, tí ikki aleina svíkja vit børnini í mun til bústaðarneyðina men sanniliga eisini á dagstovnaøkinum, har vit mangla fakligheitina orsaka av mangul uppá útbúgvið starvsfólk og somuleiðis manglar tíð til børnini á gólvinum. 

Tað er tískil sera týdningarmikið at Tórshavnar kommuna sum skjótast fer undir bygging av bústøðum, ið familjurnar hava ráð at gjalda fyri, tað hevur kommunan heimild til at gera og tað eigur hon at gera! Bøtandi loysnir á dagstovnaøkinum skulu eisini fremjast við m.a. at seta inn við fleiri tímum til hvørt barnið og so skulu familjurnar stuðlast við frítíðarkorti. 

Neiligu avleiðingarnar hjá børnunum undirstrikar týdningin av, at tryggja ordiligar bústaðir fyri øll børn, so tey kunnu vaksa upp í einum tryggum og heilsugóðum umhvørvi. Tað er ikki bara ein íløga í heilsu barnanna, men eisini í framtíð teirra og okkara.


Sára Gullfoss, heilsufrøðingur

Valevni hjá Javnaðarflokkinum.