Samgongan hevur fingið mangt høggið oman yvir seg eftir at tað legði uppskot fyri Løgtingið um at herða treytirnar fyri at fólk við skerdum førleikum kundu fáa tillagað starv, har arbeiðsgevarin rindar ein part av lønini og so rindar Almannaverkið restina.
Og nú fer Krabbameinsfelagið eisini upp í kórið við teimum, sum átala samgonuna fyri hetta.
– Tveitið ikki hesi fólkini út í fleiri stúranir og ótta, enn tey frammanundan hava at dragast við - og í ringasta føri fátækadømi, sigur Krabbameinsfelagið í eini áheitan á samgonguna.
Tá ið álvarsom sjúka rakar, hevur tað ofta við sær stúranir um arbeiðsmøguleikar og fíggjarstøðuna, sigur felagið.
– At kunna fara í tillagað starv, lættir í nógvum førum ótrúliga nógv um. Tá ber til at vera verandi í starvinum, við einum tímatali, sum tey orka at arbeiða, og við einum lønarískoyti, sum í flestum førum bøtir væl um fíggjarstøðuna, sigur felagið.
– Skipanin við tillagaðum starvi er ein sonn sólskinssøga, men nú dregur á luftina, leggja tey afturat.
Í dag ber til at fáa tillagað starv, um tú hevur mist minst ein triðing av arbeiðsevnunum. Tað verður broytt, soleiðis, at nú verður treytin, at tú skalt hava mist minst helvtina av arbeiðsevnunum.
Tað merkir, at tey, sum hava mist 40 prosent av arbeiðsevnunum kunnu ikki longur vera í skipanini við tillagaðum starvi.
– Hevur tú arbeitt fulla tíð, svarar tað til, at tú orkar at arbeiða tríggjar dagar um vikuna í staðin fyri fimm dagar um vikuna.
Krabbameinsfelagið sigur, at er talan um sjúkrarøktarfrøðing á endaløn, er lønin slakar 40.000 krónur um mánaðin hjá teimum, sum arbeiða fulla tíð.
Skal viðkomandi í tillagað starv eftir verandi lóg, verður lønin 35.500 krónur um mánaðin sostatt missur sjúkrarøktarfrøðingurin 4.500 krónur í løn um mánaðin.
Men tá ið lógin er broytt kann hesin sjúkrarøktarfrøðingurin ikki longur fáa tillagað starv. Hann kann heldur ikki fáa fyritíðarpensjón, tí tá er treytin eisini, at tú skalt hava mist minst 50 prosent av arbeiðsevnunum.
Tá eru tvey í at velja. Antin kann sjúkrarøktarfrøðingurin avtala við arbeiðsgevaran at arbeiða tað, sum svarar til 60 prosent um vikuna og fara samsvarandi niður í løn.
Tá minkar inntøkan 16.000 krónur um mánaðin, men hjá nógvum er tað trupult, um ikki ómøguligt, at fara so nógv niður í inntøku, sigur Krabbameinsfelagið.
– Tá kann meiri enn so koma fyri, at sjúkrarøktarfrøðingurin ikki sær nakran annan útveg enn at royna, alt hann orkar, at arbeiða fulla tíð.
– Hjá fleiri røkkur orkan tá so dánt til at arbeiða - men so er heldur ikki orka til nakað annað, sigur felagið. Er talan um foreldur, kann tað verða orka at orka at gera skúlating við teimum, halda føðingardag fyri teimum ella vera virkin í frítíðarvirkseminum hjá teimum.
Tað verður heldur ikki orka til at fara í føðingardagar, vera saman við vinum ella familju, ella at vera bindiklubba, ella øðrum frítíðarvirksemi.
Ført verður fram, at lógarbroytingin rakar ikki so nógv. Og ikki tey, sum longu eru í skipanini. Krabbameinsfelagið spyr um tað hevði verið tverri at gjørt hesar broytingarnar sum raka nógv fólk.
– Vit standa sum kánus og skilja púrt einki. Tí. Tey, sum tað rakar, verða meint rakt. Og hvørt einasta fólk, sum verður rakt, er eitt fólk ov nógv, sigur Krabbameinsfelagið.
– Gerið ikki tað, at hjá teimum dregur so nógv á luftina, at sólin ikki longur vinnur fram, sigur Krabbameinsfelagið í eini staðiligari áheitan á samgonguna.