Tað er nú greitt, at maskinmeistararnir hjá Strandferðsluni fara ikki í verkfall
Nú í nakrar dagar hevur semingsmaðurin roynt at fáa semju í lag ímillum maskinmeistararnir, sum sigla við Strandferðsluni og Fíggjarmálaráðið.
Tað stóð í botni og tí varð semingsmaðurin boðsendur og síðani hevur hann roynt at mýkja støðuna.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at seinnapartin helt hann, at partarnir høvdu flutt seg so mikið, at tað var ráðiligt at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Partarnir høvdu freist til nú klokkan 17 at svara og semingsmaðurin sigur, at báðir partar tóku undir við semingsuppskotinum.
Sostatt hava báðir partar longu skrivað undur semjuna - men semingsmaðurin vil ikki siga nakað um innihaldið í henni, tí tað letur hann partarnar um.