Vit sleppa ikki undan at senda fólk at landinum fyri at fáa hjálp

Men endamálið er at hjálpa so nógvum, til ber, í Føroyum

Áki Berholdsen
16. august 2024 kl. 12:45

Í løtuni eru seks føroyingar undir Almannaverkinum á viðgerðarstovni uttanlands, tí einki tilboð er til tey í Føroyum. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

Partakvinna hennara í Tjóðveldi, Liljan Weihe, tingkvinna, hevur spurt hana, hvussu nógvir føroyingar verða sendir uttanlands tí einki tilboð er til tey í Føroyum.

Sirið Stenberg sigur, at afturat hesum seks fólkunum, eru eisini fimm eldri føroyingar á stovni í Danmark. Hetta eru fólk, sum fóru til Danmarkar fyri nógvum árum síðan og sum ikki vilja flyta heim aftur.

Somuleiðis eru trý fólk úr Føroyum farin til Danmarkar á háskúla, ella á onkran annan skúla í Danmark, í sambandi við arbeiðsfremjandi tiltøk. Og harafturat eru tvey børn úr Føroyum á samdøgurstovni í Danmark.

Sirið Stenberg sigur, at tað er eitt aðalmál at hava hóskandi tilboð í Føroyum soleiðis, at vit ikki noyðast at senda fólk av landinum.

Tá ið fólk verða send uttanlands, er talan um trupulleikar ið krevja royndir og eina servitan, vit ikki hava í Føroyum, sigur Sirið Stenberg.

Danskar kommunur hava somu trupulleikar tí eisini har keypa kommunurnar serligar tænastur frá hvørjum øðrum.

Landsstýriskvinnan sigur, at hetta er tí, at tað krevur eitt ávíst tal á fólki fyri at menna eitt tilboð, sum hevur tað fakliga støðið ið krevst, sigur landsstýriskvinnan.

Síðan 2015 hevur Almannaverkið fingið 17 nýggj pláss á bú- og viðgerðarstovnum í, við tí endamáli at veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð til fólk við serligum trupulleikum - og í summum førum er talan eisini um fólk, sum hava dóm.

Fyri at kunna veita eina nøktandi tænastu í Føroyum, er tað avgerandi, at tað er gott samstarv ímillum bú- og viðgerðarstovnar øðrumegin, og Psykiatriska depilin hinumegin. Úrslitið av hesum er, at tað slepst undan at senda summi fólk uttanlands.

Ein ítøkiligur trupulleiki, sum tað gongur strilti at basa í Føroyum er, tá ið fólk hava umfatandi rúsmisnýtslu, og aðrar trupulleikar.

Almannaverkið heldur, at eitt tvørfakligt viðgerðartilboð manglar í Føroyum til hesi fólkini. Tað er avgerðandi, at talan verður um eitt heildartilboð, har Almannaverkið veitir sosialnámsfrøðiliga viðgerð og Heilsuverkið veitir psykiatriska viðgerð, avrúsing og rúsviðgerð.

Ein avbjóðing, tá ið talan er um rúsmisnýtslu, er at veita hesum fólkum tak yvir høvdið. Tað er avgerandi at halda rúsmisnýtsluni burtur frá øðrum fólkum, og tí kann hesin bólkur ikki vera á sama stovni, sum onnur eru á.

Ein onnur avbjóðing er, at sleppa undan at savna ov nógv fólk við hesum trupulleikunum á sama stovni, tí so kunnu tey hava neiliga ávirkan á hvønn annan.

Hóast fleiri tilboð verða skipað í Føroyum, slepst kortini ikki undan, at einstøk fólk hava ein tørv, ið krevja eina fakliga hjálp, sum ikki finst í Føroyum og at tey tí mugu sendast uttanlands, sigur Sirið Stenberg.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum vísir á, at hesi seinastu árini hava vit fingið tveir nýggjar samdøgursstovnar í Føroyum. Annar stovnurin er til ung við etingarólagi, og hin stovnurin er til ung, ið skaða seg sjálvi.

– Hetta hevur havt við sær, at vit nú kunnu veita hesi tilboð í Føroyum heldur enn at veita tilboðið uttanlands, sigur hann.