Vit skylda fólki at kanna um tey kunnu sleppa undan bankum

Vit eiga at kanna í álvara um tað ikki ber til at gera ein almennan lønarbanka, sigur løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
3. apríl 2024 kl. 12:04

Tá ið vit tvinga fólk til at hava eina kontu í bankunum, eigur tað eisini at bera til hjá fólki at fáa eina almenna lønarkontu - og tað eiga vit at kanna.

Tað heldur Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Beint fyri páskir umrøddi Løgtingið aftur bankaviðurskifti og í hesum sambandi vóru viðurskiftini í sambandi við ómaksgjøld og rentur aftur tikin fram til umrøðu.

Uni Holm Johannesen staðfesti, at tað er skattgjaldarin, sum rindar fyri tey krøvini, vit seta bankunum um, hvussu væl, teir skulu vera bjálvaðir, og hvussu teir skulu bera seg at fyri at forða fyri peningatvátti og øðrum. 

– Fólk eru kravd at hava kontui bankunum og tað rinda tey fyri, bæði við rentum og ómaksgjøldum, vísti løgtingsmaðurin á.

Men hann minti samstundis á, at teir bankar, sum eru partafeløg, eru fyrst og fremst vinnufyritøkur, har fremsta endamálið er at tjena pengar til partaeigararnar.

Samstundis vísir hann á, at í fjør høvdu bankarnir í Føroyum heilar 782 milliónir í avlopi fyri skatt - tað er í einum ári við óvanliga stórum príshækkingunum.

– Frágreiðingin frá bankunum er aloftast, at tað er neyðugt fyri at bjálva bankarnar, vísir Uni Holm Johannesen á.

Men hann heldur kortini, at hetta yvirskotið er so stórt, at tað skurrar rættiliga illa í oyrunum, serliga í hesum tíðum við stórum príshækkingum, sum hava kroyst nógvar familjur fíggjarliga.

Tí heldur hann, at politiski myndugleikin skyldar fólki at kanna í álvara, um tað ikki kann verða ikki lættari hjá fólki at skifta bank.

– Tað eru fáir bankar í Føroyum, so í roynd og veru hava fólk ikki nakað stórvegis at velja ímillum, heldur hann.

Hann sigur eisini, at tað hevur onkuntíð verið frammi, at vit áttu at fingið ein arbeiðarabanka, men tað hevur víst seg at vera lættari sagt enn gjørt.

– Men eitt fyrsta stig, vit kundu tikið upp at kanna í álvara, tað er um tað ikki ber til at hava ein almennan lønarbanka, heldur Uni Holm Johannesen.

 Hann heldur, at tá ið politiski myndugleikin krevur, at fólk skulu hava eina kontu fyri at fáa løn, eigur tað eisini at bera til at fáa eina almenna lønarkontu, har fólk sleppa undan at rinda øll hesi tænastugjøldini og ómaksgjøldini, bankarnir krevja frá fólki.

Í hvussu so er heldur hann, at hetta er eitt mál, politiski myndugleikin eigur at kanna í fullum álvara. Hann heldur, at ein slík almenn lønarkontu kundi ligið undir Gjaldsstovuni.

Spurningurin er bara um nakað úrslit spyrst burtur úr hesum, tí tað løgtingslimir bitu ikki rættiliga á, so hetta fekk ikki nakra undirtøku í Løgtinginum.

Hetta er eisini ein spurningur, sum javnan er frammi í Løgtinginum og tað eru eisini politikarar úr fleiri flokkum, sum finnast at bankunum fyri at leggja og stór ómaksgjøld, og tey halda, at okkurt má gerast - men higartil er tað ikki vorðið til meiri enn orð - og mesta lagið er tað vorðið til eina áheitan á bankarnar um at vísa samfelagssinni.