Vit skulu umhugsa at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til bil

Løgtingskvinna vil nú hava Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum at siga sína hugsan um tað

Áki Bertholdsen
24. august 2024 kl. 10:45

Spurningurin er um ikki eisini vit í Føroyum skulu lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til bil niður í 17 ár. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.

Og nú hevur hon so biðið, Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, greiða frá, hvat hann heldur um tað.

Í Danmark kunnu 17 ára gomul fáa koyrikort, men tá ið tey koyra bil, skulu tey hava ein royndan bilførara við. Hósdagin kunngjørdi danska stjórnin hinvegin, at tey ætla at lata 17 ára gomul koyra bil einsamøll frá klokkan fimm um morgunin til klokkan 20 um kvøldið.

Endamálið er at gera tað lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss og arbeiði, tí nógvastaðni er almenna ferðasambandið so vánaligt, at ofta er bíðitíðin rættiliga long. 

Og tað gekk ikki meiri enn ein dagur, so varð málið reist í Føroyum eisini, tí í gjár sendi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Dennisi Holm ein fyrispurning um hann hevur nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið fyri at koyrikort til bil niður til 17 ár.

 – Danska stjórnin vil vísa teimum ungu størri álit og geva teimum størri frælsi undir ábyrgd, sigur løgtingskvinnan. 

Í Danmark er promillumarkið 0,5 prosent, men hjá teimum 17 ára gomlu verður promillumarkið bara 0,2 promillu.

– Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki eisini áttu at sett aldursmarkið niður til 17 ár at fáa koyrikort, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. 

– Hetta hevði gjørt tað lættari hjá teimum ungu at koma til og frá skúla og læruplássum, sigur hon. 

Her hugsar hon serliga um tey ungu á bygd, har tað mangan kann vera drúgt at bíða eftir Bygdaleiðum, tí at ferðaætlanin ofta passar illa til við skúlan og vanligar arbeiðstíðir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at fremsta endamálið hjá henni er at fáa eitt kjak um málið og at vita um landsstýrismaðurin er sinnaður at seta aldursmarkið fyri at fáa koyrikort, niður til 17 ár. 

Hon veit at røddir eru frammi um, at tað er so stórur munur á at vera 17 ár og at vera 18 ár, og at 17 ára gomum eru ov ung at koyra bil.

Men samstundis vísa kanningar í Danmark, at ung fremja minni harðskap og drekka minni í dag enn fyrr, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Hon leggur afturat, at í fleiri av okkara grannalondum kunnu 17 ára gomul fáa koyrikort.