Vit skulu tryggja framtíðina 

Tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at tryggja okkum eina framtíð í Føroyum og í 2026 verður javnvág í á fíggjarlógini

Áki Bertholdsen
30. september 2024 kl. 11:02

Føroyski búskapurin er sterkur, og arbeiði er til allar hendur. Tað staðfesti Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú hon hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fram. Men hon staåfestir kortini, at bæði næsta ár, og tey næstu árini, verður neyðugt við tiltøkum at tryggja haldførið í almenna búskapinum.

– Vit tillaga og tálma almenna raksturin og veita lækka skattin og soleiðis tryggja vit vælferðarsamfelagið frameftir, sigur Ruth Vang.

Næsta ár verða inntøkurnar 7.436 milliónir og útreiðslurnar verða 7.519 milliónir. Sjálvar rakstrarútreiðslurnar eru 6.906 milliónir og íløgurnar 613 milliónir Sostatt verða   83 milliónir í halli á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Annars sigur landsstýriskvinnan soleiðis um fíggjarlógina fyri næsta ár:
Útlit eru fyri hækkandi realinntøku og eftirspurningi næstu 1-2 árini, sum væntandi fer at geva eitt ávíst ískoyti til búskaparvøksturin. Samtykta skattaumskipanin fer at geva flestu húskjum størri tiltøkupening og keypiorku. Tamarhald er eisini á prísvøkstrinum, sum væntandi fer at minka komandi árið.

Fíggjarmálaráðið metir, at útgangsstøðið fyri føroyska búskapin er gott, og búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið, sum kann koma, við lægri realum búskaparvøkstri og halli í almenna búskapinum.

 

Avbjóðingin í almenna búskapinum
Størsta avbjóðingin í búskapinum er haldførið í almenna búskapinum.

Lutfallið millum arbeiðsmegi og tal av eldri fer at minka komandi árini. Tí eru tiltøk neyðug, sum bøta um javnvágina millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, skal tað almenna veita somu tænastur og sama tænastustig frameftir.

 

Tiltøk nú og frameftir – málið er javnvág í 2026
Fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum hevur samgongan sett sær fyri at gera tiltøk, sum bæði virka upp á styttri og longri sikt. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru tiltøk fyri áleið 50 milliónir og tað svarar til 0,7 prosent av rakstrarútreiðslunum. Ætlanin er, at tiltøk verða gjørd komandi árini, sum svara til áleið 0,5 prosent av rakstrarútreiðslunum. Málið er av hava javnvág í fíggjarlógini fyri 2026, sum er í samsvar við játtanarkarmarnar frá í vár.

Eisini verður arbeitt við tiltøkum, ið hava virknað fram í tíð. Størsta tiltakið verður at hækka pensjónsaldurin. Harumframt er ætlanin at endurskoða allan almenna bygnaðin.

Fíggjarpolitiska regluverkið
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera eitt týdningarmikið amboð at tryggja búskaparliga haldførið. Hetta verður gjørt í stigum og í tøttum samstarvi við allar politiskar flokkar og fakliga ráðgeving.

Partar av regluverkinum verða nú settir í verk. Ein av hesum reglum verður, at vøksturin í rakstrarútreiðslunum ikki skal vera hægri enn búskaparvøksturin. Eisini er Búskapargrunnurin partur av fíggjarpolitiska regluverkinum, og hann er eitt virkið amboð í hesari fíggjarlógini.

Raðfestingar í rakstri og løgum
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru pengar settir av til krabbameinsøkið, heilsutænastur í nærumhvørvinum, løn undir útbúgving, Familjudepilin, Oyggjaleikir, betri ferðasamband til Nólsoyar, landstreym, integratión, føroyskt barna- og ungdómstilfar, grønmetisframleiðslu og tunnil til Tjørnuvíkar. Eisini skulu fyrireikingar í sambandi við ein Suðuroyartunnil halda fram.