Fyri at kunna trívast er tað týdningarmikið at hava tak yvir høvdinum, at fáa ein tryggan og góðan uppvøkstur, at fáa ein innihaldsríkan dag við góðari menning kropsliga, sálarliga og socialt í einum reinum umhvørvi og náttúru og at kunna koma gott inní ellisárini – alt hetta uttan mun til fíggjarstøðu, førleikar ella hvar í kommununi ein býr.
Eg stilli upp til kommunuval 12. november og vil eg umboðandi Javnaðarflokkin gera mítt fyri at raðfesta trivnaðin og heilsuna hjá børnum, ungum og eldri og sum heilsufrøðingur havi eg holla vitan um júst týdningin av góðari heilsu og trivnaði gjøgnum alt lívið.
Eg vil arbeiða fyri, at barnafamiljan, tey ungu og tey støku skulu kunna seta føtur undir egið borð fyri ein liviligan kostnað og tað skal verða trygt at gerast og vera gamal í Tórshavnar kommunu.
Eg vil arbeiða fyri og tryggja, at tey við skerdum førleika fáa javnbjóðis tænastur og atkomuligheit.
Eg vil verða við til at verja og útbyggja grøn náttúruøki og at verða við til at fremja burðardyggar loysnir fyri umhvørvið. Betur vit kunnu skilja okkara burturkast, tess meira fáa vit sent til endurvinning heldur enn at brenna ella tyrva.
Sum argjafólk búsitandi á Velbastað eri eg ein rødd fyri útjaðaran, og vil eg gera mítt fyri, at øll hava javnbjóðis møguleikar, óansæð hvar í kommununi tey búgva, t.d. við at tryggja góðar flutningsmøguleikar og tænastur annars.
Eitt sindur um meg: Eg eri 44 ár, gift og eigi trý børn. Eri uppvaksin á Argjum men búgvi á Velbastað. Í mínum barna og ungdómslívi var eg aktiv við fótbólti og innan skótar, har eg enn eri. Eg eri útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2004 og heilsufrøðingur í 2014, har eg í dag arbeiði bæði við skúlabørnum á Fløtum og á Trøðni umframt við familjum við pinkubørnum í Havn og í Nólsoy. Eg havi stóran áhuga fyri náttúruni og umhvørvinum og brúki ein stóran part av frítíðini í mínum urtagarði.
Míni hjartamál eru:
Børn, ung og eldri, serøkið, náttúra og umhvørvið og útjaðarin í kommununi.
Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin