Vit skulu ikki vera so undirbrotlig

Vit ræðast ódemokratiskar muslimar so illa, at vit tora ikki at flyta føroysku sendistovuna til Jerusalem, halda tveir løgtingsmenn

Áki Bertholdsen
8. november 2023 kl. 11:30

Vit liggja undir fyri fólki, sum ikki virða fólkaræði, og enn minni mannalív. Tað halda teir báðir løgtingsmenninir, Jenis av Rana og Jacob Vestergaard.

Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at kanna møguleikan fyri at flyta føroysku sendistovuna í Ísrael, úr Tel Aviv til Jerusalem.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, taka hvørki samgongan, ella Sambandsflokkurin, undir við tí.

Men Miðflokkurin hevur fingið viðhald frá einum flokki, nevniliga Fólkaflokkinum, ella í hvussu so er einum politikara úr Fólkaflokkinum, og tað er Jacob Vestergaard.

Jenis av Rana og Jacob Vestergaard halda, at tað er eitt lítillátin umbøn at biðja landsstýrið kanna møguleikan at flyta sendistovuna til Jerusalem, sum er høvuðstaður í Ísrael, tí tað er í høvuðstaðnum, at sendistovur plaga at vera.

Teir siga, at eitt tað størsta virði innan diplomati, er at vísa landinum, mann samstarvar við, virðing.

Tað merkir, at tey allarflestu londini hava sínar sendistovur, har politiski, mentanarligi og stjórnarligi miðdepilin er og tað er í høvuðsstaðnum, siga teir báðir.

– Men so er tíverri ikki í Ísrael, tí av berum ótta fyri ódemokratiskum londum, tora tey flestu av heimsins tjóðum ikki at hava sína sendistovu í Jerusalem.

– Tað vil aftur siga, at fólkaræðið verður offrað av berum ótta fyri illa grundaðum leiðarum, sum als onga virðing hava fyri fólkaræði, enn minni fyri mannalívum, siga Jenis av Rana og Jacob Vestergaard.

– Føroyar hava onga orsøk til at elta tey veiku og óttafullu. Heldur eiga vit, hóast vit eru smá, at vera ein fyrimynd hjá øðrum, siga teir.

– Størsta virðing og størsti stuðul, føroyskir politikarar kundu víst Ísraelsku tjóðini vildi verið, at vit fluttu sendistovu okkara til Jerusalem, siga Jenis av Rana og Jacob Vestergaard.

– Tá høvdu vit verið ein fyrimynd í heiminum, vit høvdu rist óttan fyri ódemokratinum, av okkum og vit høvdu víst øðrum ein veg burturúr undirbrotligheit, leggja teir báðir afturat.