Vit skulu hava góða løn

– Vit skulu tora at siga, at politikarar skulu hava góða løn, heldur Johan Dahl, løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
26. mars 2024 kl. 13:01

Løgtingslimir skulu hava eina løn, sum ger, at eisini fólk við góðari løn, tíma at. fara upp í politikk

Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Løgtingið hevur eitt uppskot til viðgerar um at broyta lønarviðurskiftini hjá løgtingslimum. Í hesum sambandi er endamálið at broyta framúr góðu eftirlønarskipanina hjá løgtingslimum, so at teir fáa eina pensjón, sum líkist pensjónini hjá vanligum fólki.

Ein uttanveltaður bólkur av fakfólkum hevur viðgjørt lønarviðurskiftini hjá tingfólki og hann hevur mælt til at broyta pensjónina, so at tingfólk fáa somu pensjón, sum øll onnur. Men afturfyri skuldu tinglimir so fáa eina væl hægri løn.

Nú viðgerð Løgtingið so eitt uppskot um at broyta pensjónsviðurskiftini - men lønin verður ikki hækkað, soleiðis sum arbeiðsbólkurin mælti til.

Johan Dahl tekur undir við, at pensjónin verður broytt, men hann harmast um, at lønirnar ikki hækka.

Hann heldur, at tað er bara ein grund til, at tinglimir ikki vilja hækka lønina og tað er tí at ávísir politikarar vilja misbrúka tað fyri at tekkjast veljarunum.

– Tað eru nógv, sum halda, at politikarar skulu ikki føla seg sum nakað serligt, og at teir skulu ikki hava meir í løn, førdi hann fram, tá ið Løgtingið umrøddi málið.

Hann heldur, at tað eru heilt nógv í Føroyum sum tjena yvir eina hálva millión um árið, men hann ivast stórliga í um tey yvirhøvur tíma at stilla upp til løgtingsval og verða svínað til, og forfylgd, sum politikarar verða, bæði á sosialum miðlum, og aðrastaðni.

– Vit eiga at tora at geva løgtingslimum eina góða løn, heldur Johan Dahl.

Hann heldur, at gera vit ikki tað, fáa vit ikki so væl skikkað fólk á Løgting, sum Løgtingið hevur uppiborið. Tað er veruleikin og so kann fjøldin halda, hvat hon vil, legði hann afturat.

Sum lønarviðurskiftini eru nú, ivast hann í at vit fáa tey best skikkaðu fólkini í landinum upp í politikk, tí so fara tey fleiri tíggjutals túsund krónur niður í løn um árið.

– Tað kann ikki vera rætt, at tey einastu, sum tíma at liggja fram við eftir einum tingsessi, eru tey, sum tjena undir 300.000 krónur um árið, heldur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.