Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.
Her svarar Annsy Høghamar, borgarstjóri í Eiðis kommunu:
Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?
- At vit hava fingið nýggjar bátabrúgvar á Eiði. Barnagarðurin hevur fingið hægri normering og eina barnagarðsstovu aftrat, og spæliplássini í kommununi verða dagførd. Nýggi innkomuvegurin til bygdina er í gongd, og kirkjugarðurin verður dagførdur.
Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?
- At arbeiðið við eldraíbúðum ikki er farið í gongd, og at gøtan runt vatnið ikki er gjørd.
Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?
- At gera felagshús til frítíðarskúlan, ungdómshúsið og Eiðisstovu, at gera nýggja kommunuskrivstovu í gomlu læknahúsunum, og at fáa fleiri grønar loysnir í kommununi.
Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?
- Havi ikki tikið støðu til tað enn.