Vit mugu halda tørn, tí tað verður ógvuliga tungt

Kommunuval 2024: Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 22:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Tað at vit hava gjørt nýggjar vegir, og so sjálvandi stríðið fyri tunnlinum – tað var strævið.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Eg eri keddur um, at vit ikki megnaðu at gera kirkjugarðin við kirkjuna lidnan við mold, og at slætta hann.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Tað verður væl at halda tørn, tí tað verður ógvuliga tungt, vænti eg. 


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Kanska.