– Vit mugu fyri alt í verðini ikki missa teir fyrimunir vit hava við ríkisfelagsskapinum.
Tað halda bæði Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú at kalla allar flokkar saman við tí endamáli at finna eina semju um støðu Føroya í framtíðini.
Hann sigur, at endamálið skal vera at semjast um eina skipan, har Føroyar, Grønland og Danmark verða trý javntsett lond í ríkisfelagsskapinum.
Og nettupp hetta fekk tær reyðu lampurnar at lýsa hjá summum tingfólkum.
Bæði Henrik Old og Bárður á Steig Nielsen siga, at í hesum sambandi hevur tað avgerandi týdning, at vit ikki missa nakrar av teimum fyrimunum, vit hava í ríkisfelagsskapinum.
Teir báðir eru nevniliga samdir um, at vit liva í heimsins frælsasta og besta landi.
– Fyri okkum hevur tað avgerandi týdning at vit halda okkum innan fyri ríkisfelagsskapin so at vit ikki missa teir fyrimunir, vit hava, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Sum vit áður hava skrivað er ein serlig nevnd sett at viðgera um vit kunnu verða limur í altjóða handilsfelagsskapinum, WTO, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.
Fáa vit limaskap í WTO, fáa vit fríhandilsavtalu við øll londini, sum eru limir í WTO - og tað eru tey flestu av heimsins londum.
Tvey umboð fyri Føroyar og tvey umboð fyri Donsku stjórnina, sita í nevndini. Men so eru eisini tríggir dómarar úr Hægstarætti í nevndini.
Eru umboðini fyri Føroyar og donsku stjórnini, samd, er málið avgreitt. Tað er bara vissi ósemja tekur seg upp, at dómararnir koma upp í leikin.
Løgmaður hevur góðar vónir
Løgmaður vísir á, at danska stjórnin er samd í, at vit skulu fáa limaskap í WTO. Sostatt er tað ikki ein politiskt forðing fyri at vit fáa limaskap.
Hinvegin eru tað løgfrøðingar í Løgmálaráðnum hjá donsku stjórnini, sum tvíhalda um, at tað er í stríð við grundlógina.
Hinvegin eru føroyskir løgfrøðingar og løgfrøðingar í danska forsætismálaráðnum sannførdir um, at tað ber væl til.
Men danski forsætisráðharrin vil ikki yvirtrumfa løgfrøðingarnar í løgmálaráðnum og tí er hendan nevndin sett. Løgmaður sigur, at tey hava góðar vónir um, at nevndin kemur til eina niðurstøðu í ár.
– Hendir tað at vit tapa, og ikki fáa sjálvstøðugan limaskapi WTO, mugu vit fáa eina nýggjan skipan av onkrum slagi sum ber í sær, at vit kunnu fáa limaskap, leggur Aksel V. Johannesen dent á.
Tað er hann eisini sannførdur um at vit fara at fáa. Tað er hann tí í Danmark er politisk undirtøka fyri, at vit skulu fáa limaskap í WTO, og danska stjórnin er púra samd við okkum.
Men løgmaður leggur kortini dent á, at hann fer ikki at virka fyri eini skipan, har vit fara úr ríkisfelagsskapinum og standa einsamøll so at vit missa tey rættindi, vit hava nú.
Hinvegin halda løgtingslimir, at tað hevur stóran týdning, at føroyingar finna eitt felags stev, so at vit longu nú vita, hvat vit skulu gera, tá ið nevndin, sum viðgerð okkara WTO limaskap, er komin við eini niðurstøðu.