Vit mugu fáa meira vitan um sálarheilsu og skíggjatíð hjá børnum og ungum

Bárður á Lakjuni løgtingsmaður fyri fólkaflkkin spyr Margit Stórá, landsstýriskvinnu, fimm spurningar í sambandi við sálarheilsu og skíggjatíð hjá børnum

folkaflokkurin.fo
17. oktober 2024 kl. 15:55

Nógv bendir á, at sálarheilsan hjá børnum og ungum í Føroyum er versnandi. Og nógv bendir á, at ein av orsøkunum eru sosialir miðlar. Tingið fer at viðgera hetta í næstum - og júst tí, er neyðugt at fáa meira vitan og tøl á borðið.Tað sigur Bárður á Lakjuni, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, spurningar um sálarheilsu, snildfon, sosialar miðlar og skíggjatíð sum heild.

Tað sýnist sum um, at sálarheilsan hjá børnum og ungum í Føroyum er versnandi. Mestsum dag og dagliga hoyrist um nógvar ávísingar og langar bíðilistar í barna- og ungdómspsykiatriini. Áhugavert er tískil við hagtølum at fáa at vita, um støðan er versnað seinastu 20 árini. Um tað vísir seg at vera ein vøkstur seinnu árini, so er umráðandi at spyrja og fáa kannað, hví so man vera.

Verður farið 20 ár aftur í tíð, so eru stórar broytingar farnar fram á nógvum økjum – bæði her heima í Føroyum og altjóða. Ein tann størsta kollveltingin er snildfonin, ið hevur broytt lív og lívsførslu hjá nærum hvørjum mansbarni, síðani hon á fyrsta sinni sá dagsins ljós í 2007. Sosialu miðlarnir fingu bein at ganga á frá umleið 2010 og frameftir.

 

Fleiri ung eru bundin av skíggjanýtslu

Sama við stóru stroymingartænastunum. Flestu okkara nýta eftirhondini nógva tíð á snildfonini, og sambært kvantitativari spurnarkanning millum miðnámsskúlanæmingar í 2023, ið Christian Joensen og Terji á Lakjuni gjørdu, so var miðal skíggjatíðin hjá teimum ungu 7,8 tímar dagliga – ikki íroknað skúlating ella arbeiði. Tað vil við øðrum orðum siga, at mong ung nýta fleiri enn 40 tímar um vikuna frammanfyri skíggjarnar – í størstan mun á snildfonini, har sosialu miðlarnir, stroymingartænasturnar og spøl fara við mestu tíðini.

Ein rættiliga stórur partur sigur seg eisini kenna seg bundnan av skíggjanýtslu. Nýggj kanning hjá Rd Barnet og TrygFonden vísir, at 2 av 3 børnum og ungum hava upplivað skemd (krænkelse) á talgildu miðlunum. Eisini vísir kanningin m.a., at tað er vanligt og útbreitt, at fremmand vaksin fólk seta seg í samband við børnini og tey ungu.

Í bók síni, The Anxious Generation, vísir rithvøundurin og professarin, Jonathan Haidt, á hagtøl úr USA, Kanada og Onglandi, sum vísa, at sálarheilsan hjá børnum og ungum er ógvuliga markant versnað seinastu 10-12-14 árini. Kanska serliga hjá gentum. Sambært Haidt er sera sannlíkt, at ógvusligi vøksturin hevur samband við snildfonina – og serliga sosialu miðlarnar. Hann nevnir fýra grundleggjandi skaðilig árin, ið ógvusliga skíggjatíðin vísir seg at hava: sosialt undirskot, svøvntrot, uppmerksemið verður sundurpettað og bundinskap.

 

Neyðugt at fáa tøl á borðið um rákið í Føroyum

Tað er neyðugt at fáa tøl á borðið til tess at síggja, um sama gongd og rák er hjá okkum í Føroyum, sum tað er aðrastaðni í Vesturheiminum. Tískil verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

 

Bárður á Lakjuni hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, hesar spurningar:

  • Ber til at fáa eitt yvirlit yvir tal av ávísingum til barna- og ungdómspsykiatri seinastu 20 árini – tað vil siga frá 2004 til og við 2024 ár fyri ár ?

  • Hvussu er kynsbýtið – tað vil siga, hvussu nógvar gentur, og hvussu nógvir dreingir eru ávíst til psykiatriina hesi árini ?

  • Hvørjar eru mest vanligu grundirnar fyri, at børn og ung verða ávíst til barna- og ungdómspsykiatriina ?

  • Finst vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vísir, hvørt skíggjanýtsla er gagnlig ella skaðilig fyri sálarheilsuna hjá børnum og ungum ?

  • Um ovurnýtsla er skaðilig, hvørji sálarlig mein ella diagnosur eru so tær mest vanligu ?