Vit liggja niðan fyri summi lond og oman fyri onnur lond

Her eru príshækkingarnar í Føroyum aftur ímóti hækkingunum í øðrum londum

Í Føroyum er støðan á einari leið. Myndin er tilvildarlig
Áki Bertholdsen
9. juli 2024 kl. 09:30

Føroyar liggja mitt í rúgvuni

 

Her eru príshækkingarnar í Føroyum aftur ímóti hækkingunum í øðrum londum

Sum vit skrivaðu í gjár, eru prísirnir í Føroyum hækkaðir trý prosent hetta seinasta árið.

Og tað nakað meiri enn príshækkingin hevur verið í øðrum londum. Men hinvegin er tað heldur ikki so galið tá samanborðið verður við príshækkingarnar í onkrum øðrum londum.

Tað er nevniliga í fleiri londum, har prísirnir eru hækkaðir minni enn í Føroyum, men onkustaðni eru teir eisini hækkaðir meir.

Verður ES tikið sum ein heild, hava príshækkingarnar í ES-londunum verið 2,6 prosent hetta seinasta árið.

Men í Danmark hevur príshækkingin verið enn minni, tí har var hann 2,2 prosent hetta  seinasta ári.

Finnlands er tað landið, har prísirnir eru hækkaðir minst, tí har eru teir hækkaðir 1,5 prosent hetta seinasta ári. Í Noregi eru prísirnir hækkaðir trý prosent, akkurát, sum í Føroyum.

Hendan talvan vísir príshækkingnar í ymsum londum rundan um okkum

Í Svøríki hava príshækkingarnar hetta seinasta árið verið 3,7 prosent, men so er Ísland í einum slagi av serstøðu, tí har eru prísirnir hækkaðir mest. Hetta seinasta árið er tað nevniliga vorðið heili 5,8 prosent dýrari at verða íslendingur.

Hagstovan sigur, at í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, prístalið fyri ES-londini er gjørt eftir evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum tey kalla tað. Tað merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. Í Føroyum er húsaleigan lækkað 2,4 prosent hetta seinasta árið.