Vit lána milliardir, sum halda kókinum uppi: Fer landskassin fyri bakka?

Samgongan tykist ikki vilja rætta kós. Andstøðan vil sleppa í skiparastólin, men tykist ikki ætla at rætta kós

Eivind Jacobsen
8. september 2024 kl. 18:51

Landshúsarhaldi siglur vandasjógv. Kósin er kreppa, sum í 90unum og vit kunnu missa 5.000 arbeiðspláss. Samgongan tykist ikki vilja rætta kós. Andstøðan ynskir skiparastólin, men tykist ikki ætla at rætta kós.

Karl og Heðin sigla somu kós sum Landshúsarhaldi. Karl manglar olju og liggur stillur. Heðin er ikki so nær landi og fer helst at liggja fyri olju, áðrenn tað stoytur. Hjá Tobba er verri. Kommunan bakkar ikki ein tumma og siglur helst uppá turt nakað skjótt.

Vit hava roynt hetta áður. Tvær ferðir seinastu 35 árini. Tey sum nærkast 60 minnast.

Vit tosa ikki um húsagang í 1992 og 2010. Vit tosa um tað, sum hendi áðrenn. Orsøkina.

Tað gekk væl líka fram til 1985/86, síðan gekk afturá. Vit traðkaðu á bremsurnar í 1989/90 men allíkavæl fall hamarin í 1992.

Vit fingu at vita frá Skak-Nielsen. Vit søgdu, at hann hevði ikki skil uppá føroysk viðurskfti. Aftaná vísti tað seg, at tað hevði hann. Vit fingu hópin av frágreiðingum aftaná 1992 at prógva tað.

Tað gekk eisini væl fram til 2003. Men síðan gekk ikki so væl. Vit lánsfíggjaðu gongdina fram til 2008, tá vit høgdu bremsurnar í.

Í 2010 fall hamarin. Ikki so nógvar frágreiðingar. Tað var Bankin! Og onki um landkassaundirskot á 2,5 mia. fyri at sleppa undan at tilpassa seg støðuna.

Onki um tey 2.500 fólkini sum mistu arbeiði. Onki um tey 1-2.000 sum fóru uttanlands at arbeiða. Rætt er tó, at í Havn merktu tey at kalla onki og hava tí ikki nógv at minnast og læra av.

Eg byrjaði karrieruna sum borgarstjóri í 1997 við at fáa rokning fyri skúlaborð og stólar. Ringdi og segði, at kommunan hevði hvørki keypt ella sæð.

Leverandørurin svaraði, at rokningin var sambært avtalu datera og send í ár, hóast tað var keypt, leverað og uppsett seinasta summar.

Næsta uppgávan var at undirskriva avtalu um kommunuskuld og veðhald fyri aðrar kommunur, sum enntá bleiv effektivt. Var eisini aktivur frá 2003-2010, og minnist okkurt frá tí tíðini. Seldi enntá Eik partabrøv við vinningi.

Støðan í dag er, at lítil og ongin framgongd hevur verið síðan 2018. Vit hava lánt milliardir, til íløgur og aktivitet, sum økja BTÚ og annars inntøkur landskassans. Meginparturin av framgongdini seinastu árini er tí lánsfíggja. 

Støðan í dag er meinlík støðuni í 80unum og í 2005-2010. Vit lána milliardir, sum halda kókinum uppi. Teir klóku siga, nú eins og tá, at tað gongur væl. Risastór landskassaundirskot sigast verða í lagi, samstundis sum teir tosa um manglandi langtíðar haldføri. Øll onnur skilja at undirskot og manglandi langtíðarhaldføri er tað sama.

Vit vita, at evnini at lána pengar eru avmarka og avgjørd av fíggjarstovnum og ikki okkum sjálvum. Vit vita, at afturgongdin í fiskiveiðuni, í løtuni er sera dramatisk. Vit vita at laksa-aling hevur toppa, tí prisir standa í stað og keyparin í USA stríðist við inflation.

Aftaná 1992 var stutt kreppa (5 ár) og vit mistu 7.500 arbeiðspláss. Fiskurin kom aftur og bjargaði okkum upp á turt. 

Aftaná 2008 mistu vit 2.500 arbeiðspláss. 1.000 fóru uttanlanda at arbeiða og tað minkaði fráflytingina minst 2000 fólk. Landskassin lánti 2,5 milliardir fyri at halda tørn meðan risastórar uppsjóvarkvotur og høgir laksaprísir bjargaðu okkum upp á turt.

Í dag eru vit á toppinum. Lánsfíggjaða toppinum, sum kom aftaná framleidda toppin. Tí er onki sum kann bjarga okkum upp á turt. At spáa annað enn afturgongd er at tosa uttanum realitetirnar. ”In God we trust. All others must bring data.” segði William Edwards Deming.

Fíggjareftirlitið spurdi um húsavirðir fyrr í ár. Vit endurtaka svarið til Skak-Nielsen.

Vit hava fingið 5000 fleiri arbeiðspláss síðan 2013. Umleið 40% almenn og 60% privat. Hesi kunnu blíva burtur. Tað er kreppa av slíkari stødd vit tosa um, lata vit standa til.

Undirskot landskassans fekk fólk at vakna. Men politikarar frávelja tillagingar, sum samstundis er at velja kreppuloysn.

Rettidig omhu, gevur færri atkvøður enn at lata veðurhanan seta kós. 

Tað er spell, tí vit kunnu tillaga okkum.

Eivind Jacobsen

Strendur