Vit hava megnað rættiliga væl at framt tær verktætlanir, sum vit høvdu sett okkum sum mál

Kommunuval 2024: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
30. mai 2024 kl. 20:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Vit hava megnað rættiliga væl at framt tær verktætlanir, sum vit høvdu sett okkum sum mál. Vit hava fingið nýggjan barnaansingarstovn, dagtilhald til eldri á Kalsoynni, umframt dagtilhald og venjingartilboð til eldri á Viðareiði.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Stríðið við Heilsumálaráðið um Norðoya Røktarheim. Vit fáa illa arbeitt víðari við framtíðarloysnum, viðv. búplássum til eldri, uttan at hesi viðurskiftini eru komin uppá pláss.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- At arbeiða málrættað við skynsamum loysnum, nú tað gerast fleiri eldri til færri starvsfólk.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Tað verður avgjørt á uppstillingarfundi.