Vit hava fingið undirtøku fyri krøvunum

Maskinmeistarar taka undir við krøvunum ímóti arbeiðsgevarunum, sigur formaðurin í felagnum

Áki bertholdsen
6. september 2024 kl. 00:25

Maskinmeistarnir hjá SEV og IRF, taka undir við kravinum hjá Maskinmeistarafelagnum í samráðingunum um nýggjan sáttmála fyri meistararnar hjá SEV og IRF.

Semingsmaðurin kastaði handklæðið í ringin fyrr í vikuni og sostatt eru samráðingarnar endaliga slitnaðar.

Tað er einki samband ímillum partarnar, men enn er verkfall kortini ikki lýst. Men fer Maskinmeistarafelagið í verkfall, skal tað boðast frá tí minst 72 tímar frammanundan.

Fyrst í hesi øldini vóru maskinmeistararnir hjá SEV í verkfalli og tá varð streymurin kvettur við jøvnum millumbilum.

Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, geva hvørjum øðrum skyldina fyri samráðingarslitið.

Maskinmeistarafelgið sigur, at teirra fremsta krav er at fáa reglur um arbeiðstíðir og frítíð.

KAF sigur, at reglur eru, men at Maskinmeistarafelagið vil taka leiðslurættin frá arbeiðsgevarunum, og tey siga, at tey hava slakað so nógv, at nú slaka tey ikki meir.

Hesar seinastu dagarnar hevur Maskinmeistarafelagið havt fund við maskinmeistarnar hjá IRF og SEV og formaðurin, Arnfinn Bech, sigur, at tað er stór undirtøka fyri støðuni hjá felagnum.

– Onkur hevur helst undrast, tá vit tíðliga í samráðingunum at kalla góvust við royndunum at fáa eina lønarhækking, sum er størri enn tann, hini feløgini fingu, ið samráddust, áðrenn vit áttu tørn, sigur Arnfinn Bevh í tíðindaskrivi.

Men hann sigur, at tey vistu, at tað var nyttuleyst og tí bara fór at verða ein sjónleikur, at krevja meiri enn hini høvdu fingið, leggur hann afturat.

– Vit vildu heldur brúka orkuna upp á at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum – tí tað er tað verri enn so í dag, sigur hann.

– Góðar og greiðar reglur um arbeiðstíðina hava størst týdning í so máta, fyri at tryggja, at galdandi sáttmáli verður hildin. Og í øðrum lagi er tað ein fortreyt fyri at tað yvirhøvur skal vera nøkur  meining í at gera nýggjar avtalur um vaktarskipanir og aðrar skipanir, sum ávirka arbeiðstíðina, og sostatt eisini frítíðina hjá okkara limum.

– Tað er mín fatan, at limirnir skilja týdningin og eru til reiðar at standa saman, og at halda fast um hetta kravið, sigur Arnfinn Bech.

Tað er heldur ikki so, at ongir pengar liggja ímillum tá tað ið tað ræður um reglurnar fyri arbeiðstíðina, tí í felagnum eru tey sannførd um, at maskinmeistararnir hjá SEV missa nógvar pengar og avspáking, tí SEV umsitur vaktarskipanir, sum ongantíð eru góðkendar av Maskinmeistarafelagnum - og sum eru í stríð við sáttmálan.

Maskinmeistarafelagið fer nú undir at kanna umstøðurnar nágreiniligari, men tey ivast ikki í, at talan er um sáttmálabrot.

Tí hevur felagið fingið heimild frá meginpartinum av maskinmeistarunum til at biðja um innlit í skrásettu tímarnar hjá hvørjum einstøkum fýra ár aftur í tíðina, og at biðja um innlit í, hvussu tímarnir eru býttir á yvirtíð, vaktararbeiði við meira.

--

Myndin er av maskinmeistarum á elverkinum hjá SEV í Vági. Frá vinstru eru tey Berit Hovsgarð, Sólberg Jacobsen, Høgni Hammerfoss, Poul Dan Kjærbo, Hilmar Bech, Torkil Strøm, og ytst høgrumegin er tað Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum