Vit hava ein politiskan vilja at finna eina loysn

Danski forsætisráðharrin skilur ynskið úr Føroyum - men hon sigur ikki, hvussu støðan verður, vissi vit ikki fáa okkara vilja

Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

– Tað er bara positivt, at politisku myndugleikarnir í Føroyum og í Danmark komu til semju um at seta ein gerðarrætt at viðgera um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða handilsfelagsskapinum, WTO.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark.

Í áratíggjur hava Føroyar roynt at fáa limaskap í WTO, tí tað hevði slóðað fyri, at vit kundu fingið fríhandilsavtalur við eina ørgrynnu av heimsins londum.

Tað hevði givið okkum heilt aðrar menningarmøguleikar, sum sum støðan er nú, eru vit rættiliga avmarkað í, hvat vit kunnu útflyta uttan at tollur verður lagdur á.

Men forðingin hevur verið, at sambært heimastýrislógini kunnu vit, sum ein partur av danska ríkinum, ikki fáa limaskap í WTO.

Tí samdust landsstýrið og danska stjórnin um at seta ein gerðarrætt at viðgera spurningin. Tað er løgfrøðilig viðurskifti í heimastýrislógini, sum danskir løgfrøðingar tulka soleiðis, at vit ikki kunnu fáa limaskap í WTO.  

Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin hevur spurt forsætisráðharran, hvat hon heldur um, at ein gerðarrættur er settur at fáa greiði á málinum um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða handilsfelagsskapinum WTO.

Mette Frederiksen sigur, at tá ið gerðarrætturin er settur, er tað við tí endamáli at loysa málið, legði hon afturat.

Hon sigur, at hon skilur støðuna hjá føroyingum um at fáa fríari ræsur á altjóða pallinum.

Men hon leggur afturat, at hetta er ikki ein politiskur spurningur, men um ein løgfrøðiligan spurning burtur av og tí er tað bara positivt, at myndugleikarnir í Føroyum og í Danmark samdust um at seta gerðarrættin.

Tað einasta politiska í hesum málið er ein politiskur vilji til at fáa málið loyst, sigur danski forsætisráðharrin.

Anna Falkenberg spurdi eisini forsætisráðharran, hvussu støðan verður, skuldi niðurstøðan hjá fasta gerðarrættinum verið, at vit ikki kunnu fáa limaskap í WTO.

Hon sigur, at hon stúrir at niðurstøðan hjá gerðarrættinum verður, at vit kunnu ikki verða limir í WTO og tí spurdi hon Mette Frederiksen hvussu støðan so verður í ríkisfelagsskapinum.

Men tað svaraði forsætisráðharrin ikki upp á.