Orðatakið, at tú gerst tað tú etir, er ikki tikið burtur úr ongum, tí øll gransking vísir, at soleiðis er tað. Føðin hjá okkum kann broyta kroppin og kyknirnar. Ella sum heimspekingurin Hippokrates málber seg: Lat mat vera heilivágur, og heilivágur vera matur. Charlotte Reffstrup er ein, sum hevur livað eftir hesum orðum
Eg havi havt vitjan av Charlotte Reffstrup, sum dugir serliga væl at gera góðan og sunnan mat, og sum hevur skrivað eina bók um føði til blóðflokkin A. Charlotte deilir fegin sínar uppskriftir, sum eru sera leskiligar. Men tað er eisini ein eitt sindur meira álvarsamur partur á skránni, og tað er lívsstílbroytingar hjá Charlotte.
– Tú kanst gott kalla meg ein hippie, men síðan eg broytti mína føði og byrjaði at gera mat, sum er gott fyri blóðflokk A, havi eg fingið tað nógv betri, sigur Charlotte við einum stórum smíli.
Mamman vísti vegin
Mamma Charlotte hevði psoriasis. Í tí sambandi fór hon til lækna og ein biopat. Mamma Charlotte keypti eina bók um blóðflokkamat við uppskriftum til allar blóðflokkarnar. Charlotte minnist enn, at øll í familjuni hildu, at mamma hennara var eitt sindur undarlig, men eftir eina tíð fekk mamman tað nógv betri eftir at hava broytt kostin og var byrjað at eta eftir hennara blóðflokki, sum eisini er blóðflokkur A.
Sum smágenta hevði Charlotte allergi, men tað skuldu ganga fleiri ár, áðrenn hon hugsaði nakað sum helst um at eta mat eftir hennara blóðflokki. Charlotte fekk heilivág fyri allergi. Frá apríl til september vóru eyguni hovin, reyð og tað rann úr teimum. Tá ið hon var umleið 12 ára gomul, hevði hon trupuleikar við búkinum. Tað er ikki altíð nakað vandamikið í sambandi við at hava ilt í búkinum, serliga hjá gentum, men hjá henni gjørdist støðan bara verri.
Lívsstílsbroyting
Í 2010 kom Charlotte í samband við Susanne Jonassen, sjúkrarøktarfrøðing og bindivevsmassør, sum segði henni, at hon átti at broytt sínar matvanar og etið eftir blóðflokki A, sum var hennara blóðflokkur.
Charlotte hevði hug at gera eina lívsstílsbroyting, og hon var klár at geva hesum ráði ein kjans. Charlotte er kosmetolog og visti væl, at føðin kann ávirka húðina.
Charlotte framdi eina lívsstílsbroyting. Hon fór at eta eftir blóðflokki A, vistfrøðiligt, ganga ella renna ein hálvan tíma hvønn dag og byrjaði at íðka yoga. Í dag, sjey ár eftir lívsstílsbroytingina, tekur hon ongan heilivág. Hon sigur, at kroppurin hjá henni gerst so glaður at eta eftir blóðflokki A.
Vit skulu kenna okkum væl eftir hvørja máltíð
Charlotte sigur, at um tú kennir teg illa fyri eftir eina máltíð, so fær kroppurin ikki ta røttu føðina, ið hann hevur brúk fyri. Tú skalt vera væl uppløgd eftir eina góða máltíð. Mást tú leggja teg og er kroppurin hovin aftan á eina máltíð, er tað okkurt, sum kroppurin ikki kann sodna. Og tá skal ein leggja sær í geyma, um hetta hendir ofta, og hvat ein hevur etið. Sjálvandi kunnu øll vera troytt eftir ein langan arbeiðsdag og eftir at hava etið døgurða, men tað er ikki hesa møði í kroppinum, vit tosa um í hesum førinum.
At eta eftir einum serligum blóðflokki
Tað finnast fýra blóðflokkar 0, A, B og AB. Tey flestu hoyra til blóðflokk A ella 0. Blóðflokkarnir B og AB eru heldur sjáldsamir.
Tankin aftan fyri blóðflokkaføði er, at øll menniskju ikki sodna føðina á sama hátt. Tað sum eisini er sera áhugavert er, at fleiri av okkum eta við okkara innlivingarevni og tískil eta føði, sum hoyrir til okkara blóðflokk uttan at vita av tí. Tó eru fleiri av okkum ávirkaði av øllum rákinum innan føði og royna allar møguligar slankikurar, sum er nakað annað enn at eta eftir sínum blóðflokki.
Eg spyrji Charlotte um ein kann “stigbenda” blóðflokkarnar ella er tað antin ella?
Charlotte sigur, tað er av stórum týdningi at eta eftir innlivingarevninum og líta á kroppin.
Um tú trívist og hevur tað gott við tí, tú etur, skalt tú ikki gera nakrar broytingar ella fara upp á kur. Charlotte livir eftir blóðflokki A føðini, tí tað gevur henni stóra gleði. Royndirnar hjá henni eru at fara stillisliga fram við lívsstílsbroytingum.
Hon kennir seg sárbara at fortelja um sína søgu, men um hon kann hjálpa øðrum, sum føla seg hava trupuleikar við kroppinum av tí tey eta, so er hon fegin um, at hon kann vísa veg ella hjálpa øðrum við teimum royndum, sum hon hevur. Hon sigur eisini, at tað er sera týdningarmikið at fara til lækna, um ein ikki følir seg væl.
Charlotte hjálpir viðskiftafólki sínum at gera eina kostætlan, sum passar til teirra blóðflokk. Hon arbeiðir eisini við sýru og basu føði. Charlotte heldur, at vit hava lyndi til at eta ov nógvan sýrumat, t.d. sukur, hveiti, pasta, mjólkaúrdráttir, kaffi, te og sodavatn.
Charlotte sigur, at tað skal vera lætt at borðreiða sunnan og leskiligan mat. At arbeiða við góðum rávørum hevur nógv at siga fyri hana.
Niðanfyri eru nøkur dømi um uppskriftir, ið eru góðar til blóðflokk A. Nógv fleiri uppskriftir hjá Charlotte finnast á netinum og sosialu miðlunum.
UPPSKRIFTIR
Glasaðar reyðrøtur
Tvey bundi av smáum reyðrótum
25 g ghee ella smør
1 spsk. greypsaft
2 spsk. av hunangi
Salt
2 spsk. av frískum timian
- Vaska og sker toppin av reyðrótunum. Tú kanst lata umleið 5 sentimetur av toppinum vera eftir.
- Kóka reyðrøturnar við einum veti av salti. Til ber eisini at koyra fennikelfrø í. Røturnar skulu akkurát vera kókaðar. Vita eftir við einari kjøtnál. Skola reyðrøturnar við køldum vatni og gníggja skalið av.
- Hita smørið á einari pannu uttan at tað gerst brúnt. Koyr røturnar á panna og hita tær væl.
- Koyr greypsaft útyvir og møguliga eitt sindur av taramisoya. Kóka vætuna burtur. Koyr hunang omaná og rist pannuna, so røturnar ikki brennast.
- Sløkk plátuna og krydda røturnar við salt og frískum, rivnum ingifer. Koyr røturnar á eitt fat og koyr fínthakkað timian omanyvir.
Hokkaidosúpan við frískum kryddvørum 4 verðir
1 hokkaido umleið 1-1,5 kg. til støddar
1 spsk. olju
1 leyk
3 bátar av hvíttleyki
4 spsk. karry
2 gularrøtur
Koriander
Ingifer, sitróngras
Salt og piparrót
Pynta við steiktum várleyki, koriander, hakkaðum persilla og eitt sindur av bakaðum graskeri.
- Set ovnin á 200 gr. Vaska hokkaidoina. Klúgv graskerið og tak kjarnurnar út við einari skeið. Sker graskerið í grovar bitar. Vend teir í olju. Baka bitarnar á eini bakiplátu í umleið 20 minuttir.
- Steik leyk, knústan hvíttleyk, gularrøtur og grasker í eini grýtu. Stoyt vatn í so grønmetið er hálvt undur. Kóka í 15 min. Blenda suppuna. Koyr meira vatn í, um suppan er ov tjúkk.
- Koyr kryddvørurnar í.
- Smakka til við salt, piparrót og eitt vet av sukuri.
Borðreið suppuna við várleyki, eitt sindur av bakaðum graskeri, koriandum og hakkaðum persilla omaná.
FAKTA:
Tað finnast fýra blóðflokkar: 0, A, B og AB. Fyri hvønn flokk er galdandi, hvat er gott hjá hesum at eta, hvat er lýtaleyst at eta og hvat ein eigur at sleppa sær undan at eta. Tann føði, ein eigur at sleppa sær undan, sær kroppurin sum fremmant evni, sum hann ikki evnar at viðgera.
Blóðflokkur 0 eigur t.d. at eta kjøt, fisk og skeljadjór, livur, grønkál, spinat og brokkoli, men ikki hveiti, serliga um vektin skal haldast. Eisini skulu mjólkaúrdráttir avmarkast og so er eisini týdningarmikið at íðka ítrótt.
Blóðflokkur A hevur gagn av at eta vegetariskan mat, sleppa sær undan grønmeti av Solanum-ættini, t.d. aubergine og eplir umframt mjólkaúrdráttir og íðka lættan ítrótt, t.d. yoga.
Blóðflokkur B eigur at eta ymiskan mat, bæði kjøt, grønmeti og mjólkaúrdrátt umframt at íðka ítrótt javnan. Blóðflokkur B er tann einasti, sum tolir og hevur gott av mjólkaúrdráttum.
Blóðflokkur AB er sjáldsamari og minnir onkuntíð um flokk A og aðrar tíðir flokk B. Hesin blóðflokkur eigur at avmarka mongdina av kjøti og bert eta smáar mongdir í senn, tá hesi ikki hava nokk av magasýru til at sodna kjøtið.
Kelda: Peter J. D´Adam,o lækni