Tey vóru stak fitt og fryntlig fólk við einum vilja at útinna nakað serligt, sum vit, vanlig fólk ikki gera. Soleiðis tók Bergur Jacobsen, formaður í Bátafelagnum Naddoddi á minningarhaldi í dag. Í dag var minningarhald á brúnni við Naddoddaneysti yvir Karlu Dana, sum lat lív tá ið Naddoddur hólvdist undir landi í Noregi, á veg eftir gomlu víkingaleiðini úr Føroyum til Noregs.
Bergur segði, at tey komu at kenna manningina á Naddoddi í einar 10 dagar ímeðan tey hildu til í neystinum ímeðan Naddoddur varð riggaður til.
– Tey vóru stak fitt og fryntlig fólk við einum vilja at útinna nakað serligt, sum vit, vanlig fólk ikki gera, segði hann.
– Tíverri mistu vit Karlu, men hon var altíð smílandi, flennandi og glað, og soleiðis fara vit í Naddoddaneystinum at minnast hana - og vit fara at minnast hana leingi, segði hann.
Annika Magnussen Gaard prestur hugleiddi um sálmin, »Eg skar mítt navn í grein tað hvítu« sum Jóannes Patursson týddi til føroyskt.
Er skar mítt navn í grein tað hvítu
og bjørkin tók tað í sín favn
tá børkur vaks, var merkið lítið
og loksins hvarv tað heila navn
– Tað er gamal sigur at skera, ella skava sítt navn í træ, ella í steinar í haganum. Tað hevur eina serliga merking tí vit leggja eina slóð eftir okkum í náttúruni: Eg var her, eg havi livað, her skar eg mítt navn.
Men navnið kámast við tíðini og at enda er tað heilt burtur - og tað er ein eisini ein áminning á okkum um, at lívið er bara ein stokkut løta.
Men hóast navnið kámast, er vónin at vit ikki verða gloymd, tí tey, vit liva saman við, minnast til okkum Men eisini Guð minnist okkum og varðveitir okkum tað er í hesi vón, at vit samlast at minnast Danu, segði Prestur.
– Hennara seinastu spor vóru í Naddoddaneystinum og nú síggja vit hana ikki hana aftur. Hon skar sítt navn her á Tvøroyri, men hennara navn kámast ikki burtur tí tað fer at standa á eini plátu á minnisvarðanum, saman við nógvum teimum, sum fingu somu lagnu, segði presturin.
Eisini skiparin á ferðini, Andy Fitze, mintist Karlu og hann segði, at hon kundi ikki fingið eitt betri hóskandi stað enn farið sína seinastu ferð enn á Tvøroyri. Hann gav eisini bátafelagnum eina minnisplátu at seta upp í neystinum.
Hann takkaði fyri tann heilt serstaka bíðskapin og tað serstaka hjálpsemi tey høvdu fingið á Tvøroyri og í Suðuroynni, sum heild.
Niðan fyri eru nakrar myndir frá minningarøtuni