Vit fara at mangla tvær milliardir - um árið

Búskaparráðið mælir til at seta fýra tiltøk í verk fyri at fáa skil á føroyska búskapin

Áki Bertholdsen
16. januar 2024 kl. 13:00

Tann førdi fíggjarpolitikkurin í Føroyum, er ikki haldførur. Tað er niðurstøðan hjá Búskaparráðnum í eini umfatandi kanning av føroyska búskapinum.

Tí er neyðugt at seta nýskipanir í verk fyri at tryggja, at almennu útreiðslurnar ikki skulu vaksa skjótari enn almennu inntøkunurnar veksa. Hetta er serliga tí at talið á eldri fólki veksur so nógv.

Fíggjarpolitiski haldføristalið stendur á minus níggju prosent av bruttotjóðarúrtøkuni og tað er ein staðfesting av, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at núlivandi ættarlið leggja ófíggjaðar rokningar eftir sær til komandi ættarlið.

Verða eingi tiltøk sett í verk, fara einar tvær milliardir at mangla í - um árið, sigur Búskaparráðið Meginparturin av okkara vælferðarsamfelagi er fíggjað av skattum og gjøldum, sum fólk í arbeiðsførum aldri gjalda, og eldri fólk, sum eru farin á pensjón, fáa fólkapensjón, eldrarøkt og heilsutænastur.

Vit liva alsamt longri og í framtíðini verður ikki sama lutfall ímillum talið á forsyrgjarum og teimum, ið skulu forsyrgjast.

Gongdin í fólkatalinum fer serliga at økja um almennu útreiðslurnar til eldrarøkt. Í framtíðini fara almennu inntøkurnar ikki at halda tørn, tí skal núverandi vælferðarsamfelag varðveitast, fara tær almennu útreiðslurnar nógv skjótari enn inntøkurnar.

Og her er bara talan um at varðveita almenna tænastustigið, ikki um at menna tað.

Síðani pensjónsskipanin varð yvirtikin í 1988, er miðal livitíðin hjá pensjónistum økt fýra 4 ár og í dag liva pensjónistar 19 ár í miðal eftir at teir eru pensjóneraðir. Men pensjónsaldurin er ikki øktur tilsvarandi.

Tí er neyðugt at finna eina javnvág, har økingin í livialdrinum ikki einans fer til fleiri ár við fólkapensjón, men at ein alsamt størri partur fer til at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur og tað er alneyðugt at seta í nýskipanir og tiltøk í verk fyri at fáa ið haldføri samfelagsbúskapin.

Tí mælir Búskaparráðið til, at Hækka pensjónsaldurin. Í hesum sambandi eigur politiska skipanin at fáa samhaldsfesti ímillum ættarliðini við at hækka pensjónsaldurin, so at tann økti livialdurin ikki einans fer til fleiri ár við pensjón, men at ein partur av honum fer til at verða virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Búskaparráðið mælir eisini til at effektivisera eldraøkið. Tað merkir, at tað tað almenna eigur at rationalisera og effektivisera raksturin, serliga á eldraøkinum, so at útreiðslurnar til hvønn pensjónist ikki veksa so skjótt, sum tær annars høvdu gjørt.

 Somuleiðis mælir Búskaparráðið til at vit fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk, bæði fyri Landið og kommunurnar, við tí endamáli at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.

Og at enda mælir Búskaparráðið til, at tiltøk verða sett í verk fyri at fáa fleiri fólk at flyta til Føroyar og færri fólk at flyta úr Føroyum. Hetta er serliga galdandi fyri ung fólk.