Vit fáa ikki fría fosturtøku í Føroyum. Løgtingið hevur beint nú felt uppskotið frá landsstýrinum um fría fosturtøku til 12. viku.
30 tinglimir vóru til staðar í Løgtinginum og tað vóru 15 atkvøður fyri og 15 atkvøður vóru ímóti og sostatt er uppskotið fallið.
Tað merkir eisini, at uppskotið var bara eina atkvøðu frá at verða samtykt.
Men hinvegin atkvøddu fýra tinglimir í samgonguni ímóti. Sólvit E. Nolsø og Hanna Jensen úr Framsókn, umframt Henrik Old og Jóannis Joensen úr Javnaðarflokkinum. Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. Øll hini sambandsfólkini, umframt Miðflokkurin, og Fólkaflokkurin, atkvøddu ímóti.
Ein, sum ikki var til staðar í Løgtinginum í dag, var Kaj Leo Holm Johannesen. Hann hevur áður sagt, at hann tekur undir við, at kvinnan sjálv skal gera av um hon vil hava fosturtøku, ella ikki.