Vit eru sloppin heilt væl í Føroyum
Hetta seinasta ári eru vit sloppin bíligari enn tey eru sloppin í hinum norðurlonunum
Í morgun skrivaðu vit, at hetta seinasta árið eru allir prísir, sum heild, hækkaðir 0,8 prosent.
Tað er sjálvandi ein príshækking, hóast hon er lítil. Men skeita vit eftir hinum norðurlondunum, kunnu vit ikki annað enn ásanna, at vit eru sloppin bara sloppin heilt væl í Føroyum.
Príshækkingarnar hava nevniliga verið nógv størri í hinum norðurlondunum. Og príshækkingarnar hava eisini verið cæl hægri í ES-londunum sum heild, tí har eru prísirnir hækkaður 2,2 prosent í miðal.
Men her skal leggjast upp fyri, at í ES er prístalið gjørt soleiðis upp, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Men taka vit Norðurlond, hava príshækkingarnar í Danmark og Svøríki verið 1,6 prosent hetta seinasta árið. Prísvøksturin í Finnlandi hevur verið 1,7 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 2,4 prosent.
Og tað er í Íslandi, at prísurin er hækkaður mest, tí har er prísurin hækkaður 4,8 prosent hetta seinasta árið.
Talvan niðan fyri vísir, hvussu nógv prísirnir í Føroyum eru hækkaðir aftur ímóti øðrum londum