Vísti løgreglufólkum longutong

Ein maður varð 1.500 krónur fátækari í nátt

Áki Bertholdsen
31. august 2024 kl. 09:12

Mitt í nátt varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði, tí ein maður var ikki grannhavandi. Hann gjørdi ongum nakað, men var ólátaður og leikaði í.

Og tá ið løgreglufólk komu á staðið, gjørdi hann ikki mætari enn at rætta teimun longutong. Tað er ikki loyvt at vísa háðandi atburð ímóti løgreglufólkum, so hann varð handtikin og lagdur í brummuna. Hann varð sleptur út aftur í morgun, men hann fekk eina bót upp á 1.500 krónur við sær.