Visit Runavík sett nýggjan samskipara

Lív Reynheim er sett í starv sum samskipari hjá Visit Runavík

Sigurjón Einarsson
25. januar 2022 kl. 13:46

Visit Runavík hevur sett ein nýggjan samskipara. Talan er um Lív Reynheim úr Havn.

Lív hevur fjølbroyttar royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, bæði sum verkætlanarleiðari og samskipari. Hon hevur eisini royndir sum skrivstovu– og miðlafólk.

Seinastu tíðina hevur 34-ára gamla Lív starvast á Føroya Fólkaháskúla.

Hon byrjar í starvinum 1. februar.

19 umsóknir vóru til starvið.

Visit Runavík er ein kunningarstova undir Runavíkar kommunu, og hevur sum høvuðsendamál at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, fyri at skapa mentanarligar upplivingar í økinum og til at veita eina góða tænastu til borgaran í kommununi, gestir í Føroyum og ferðafólk sum heild.

Eitt av aðalmálunum er eisini at skipa ferðavinnuna á Eysturoy á ein burðardyggan hátt, skrivar Visit Runavík.