Visit Runavík ein kunningarstova í Runavíkar kommunu - ein spennandi og fjøltáttað kommuna við 15 bygdum. Tað serliga við arbeiðnum hjá Visit Runavík er teirra greiða og tilvitaða ynski um at vera í javnvág við ferðavinnu, lokalu íbúgvunum og náttúruna. Hetta er kjarnan í teirra hugsan og arbeiðslagi, og hetta er orsøkin til, at ferðavinnan hevur eina jaliga undirtøku, bæði frá ferðafólki og teimum lokalu. Tey, sum arbeiða á Visit Runavík, tora at avmarka ferðavinnuna heldur enn at lata alt upp fyri at fáa mest møgulig fólk inn. Teirra máti at arbeiða er at vera opin, taka tey lokalu við í tilgongdina og skapa eina felags fatan og ábyrgd. Hettar krevur nógv samskifti, serliga í byrjanini, men tað ger eisini, at ferðavinnan verður haldfør og skapar trivnað.
Ferðafólk fáa góða móttøku
Við eini vaksandi ferðavinnu, har fólk longu byrja at koma tíðliga um árið, arbeiðir Visit Runavík við fleiri ítøkiligum átøkum. Eitt nú, eru umleið 50 nýggj skeltir í ferð við at verða sett upp kring kommununa. Hesi vegleiða ferðafólki til søgulig støð, upplivingar og vanligar siðir og reglur, sum økja um trivnaðin – bæði fyri gestir og lokala fólkið. Í mai mánaði koma nøkur stór ferðmannaskip til kommununa. Í Runavíkar kommunu fáa ferðafólk góða móttøku, bæði í kunningarstovuni og í bygdunum.
Gisting, tiltøk og heimablídni
Ferðafólk, sum vitja í Runavíkar kommunu, hava ymiskar gistingarmøguleikar: Hotel Runavík, kampingpláss í Elduvík og Æðuvík, og eisini er møguleiki at liggja við báti í havnini. Hanusarstova í Æðuvík hevur heimablídni, har tey leggja seg eftir at borðreiða við mati av garðinum og úr nærumhvørvinum. Garðurin hevur seyð, og lamb er altíð á matskránni, eisini frísk egg frá teirra egnu hønum og dunnum. Eplir og rabarbur vaksa væl á bønum, so hetta er eisini altíð á matskránni, umframt urtir og salatir, sum tey dyrka um summarið. Frida í Elduvík er ein av teimum fyrstu, sum byrjaði við heimablídni í Føroyum – hon er ein slóðbrótari innan økið.
Garðahúsið í Søldarfirði bjóðar heimablídni í Garðahúsinum og vakra urtagarðinum uppi á Gørðum í Søldarfirði. Njót ljóðini, ið náttúran hevur at bjóða og vakra útsýnið yvir allan Skálafjørðin. Tey borðreiða við heimagjørdum mati í heimligum og hugnaligum umhvørvi til smærri og størri tiltøk.
Søgur og søgulig støð
– frá víkingum til sangstjørnur Runavíkar kommuna er merkt av sterkari søgu. Nógv ferðafólk spyrja til dømis eftir “seyðamanninum við hundinum” – ein mytiskur persónur, sum øll kenna til, men eingin heilt veit, hvussu søgan er. Hetta vísir, hvussu søgur og kenslur kunnu seta seg fast í fólk.
Nøkur dømir um søgulig støð, sum fólk dáma at vitja: – Funningur: Grímur Kamban, fyrsti víkingurin í Føroyum, steig á land í Funningi. – Skipanes: Sagt varð, at Tróndur í Gøtu hevði neyst og bát á Skipanesi. – Oyndafjørður: Magnus Heinason var ættaður úr Oyndarfirði. – Undir seinna heimsbardaga sang Vera Lynn í Søldarfirði. Hon var úr Onglandi og var ein týðandi stuðul fyri enska herfólkið og teirra familjur. Ein av hennara mest spældu sangum er: “We’ll meet again”. Í summar verða nógv spennandi tiltøk fyriskipað.
Mentanarvikan er á hvørjum ári, og hesaferð var hon 23.-30. apríl. Tað er nógv ymiskt á skránni, tá mentanarvikan er. Eitt nú, listaframsýningar, gongutúrar við ferðaleiðarar, konsertir og mangt annað. Stóra familjutiltakið Laksatorgið var fyrstu ferð í 2001, og síðani hevur tiltakið ment seg til at vera eitt sera væl umtókt fólksligt tiltak. Undirtøkan er vaksin á hvørjum ári, og fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrost og sølutorg við alskyns lutum. Laksatorgið verður aftur 5. juli í ár í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum. Økið er væl skipað, strondin er skamt haðani, og neyst liggja framvið umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum.
Eysturoyggin hevur samstarvað um ein faldara, sum gevur ferðafólki yvirlit yvir daglig tiltøk frá 16. juni til 10. august. Fólk kunnu t.d. luttaka í gongutúrum kring Toftavatn - ella binda við lokalum fólkum fríggjadagar.
Visit Runavík er ein livandi kunningarstova, sum arbeiðir við hjarta og skili – okkara tilgongd byggir á samskifti, tillaging og virðing fyri teimum trimum týdningarmiklu súlunum: Ferðavinnu, mentan og náttúru, og hetta sæst – bæði í smílinum hjá teimum lokalu og í trivnaðinum hjá ferðafólkunum, sigur Mass Hoydal.