Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, er í løtuni á vitjan í býnum Kahramanmaras, sum liggur í landsynningspartinum av Turkalandi. Býurin liggur í skjálvtamiðdeplinum, har fyrri stóri jarðskjálvtin hendi, sum varð máldur til at vera 7,8 á Richterstiganum.
Men tað eru ikki øll, sum eru eins fegin, nú forsetin er komin at hyggja eftir skaðanum eftir hørðu jarðskjálvtarnar mánadagin.
Tað skrivar Reuters.
Tey lokalu halda, at tað hevur gingið alt ov seint hjá stjórnini at seta hjálpar- og bjargingarátøk í verk, men í samrøðu við miðlarnar, vísir Erdogan atfinningunum aftur.
– Í byrjanini vóru tað trupulleikar á flogvøllunum og á vegunum, men støðan verður betur í dag, og í morgin verður tað enn betri, sigur hann í við miðlarnar, ið eru møttir upp í Kahramanmaras.
– Vit hava savnað øll okkara lið, og okkara hetjur gera sítt arbeiði til lítar.
Fólk hyggja at, meðan leitað verður eftir yvirlivandi eftir jarðskjálvtan í Kahramanmaras í Turkalandi (Mynd: Suhaib Salem/EPA)
Undir vitjanini lovaði turkiski forsetin eisini, at endurbyggingin av økjunum, sum eru oyðiløgd av jarðskjálvtunum, fer í gongd innan eitt ár er gingið.
Í mai verður forsetaval í Turkalandi, og serfrøðingar meta, at íkomna støðan í Turkalandi betrar ikki um møguleikarnar hjá Erdogan at endurvinna forsetavalið.