Mann hevur áður sæð homo sapiens sum eitt stolt og reint ættarslag, men gransking hevur avdúkað, at okkara søga í veruleikanum er ein peruvellingur av forsøguligum sex.
Forfedrar okkara hava parað seg við menniskjasløgum so sum neandertalarum, og vit eru í dag eftirkomari av teirra "bastard-børum".
Í vísindarligu tíðarskriftinum, Cell, avdúkar ein bólkur av amerikonskum granskarum, at ytíðar menniskju ikki bara høvdu sex við neandertalarum, men eisini við mystiska menniskjaslagnum "denisova", í tveimum umførum, í Asia.
"Tað er týðiligt, at talan er um tvær ymiskar blandingar við denisovunum - so vit paraðu okkum ikki bara eina ella tvær ferð við forsøguligum menniskjum, men tað hendi minst tríggjar ferðir", sigur Sharon Browning, biohagfrøðingur, við Videnskab.dk.
Denisovin
Mann kennir bert denisovin út frá arvamassanum, sum varð kortlagdur frá nøkrum tonnum og einum lítlum knútubeini, sum varð funnið í eini holu í Sibiria í 2008.
Mann hevur hvørki beinagrind ella skølt av denisovum, so eingin veit hvussu hann sá út. Tí hevur hann heldur ikki fingið eitt veruliga vísindalig heiti sum homo sapiens.
Arvamassin avdúkar, at menniskjaslagið denisovin er "í familju við" neandertalarir - onkur kallar teir "eysturlendskir neandertalarir", sum livdu í Asia, men júst hvussu útbreiddir, teir vóru, og hvussu leingi hann livdi, veit mann ikki.
"Tað er ein ótrúliga stuttlig kanning, tí hon er við til at umleggja ta myndina, vit hava av okkum sjálvum", viðmerkir Mikkel Heide Schierup, professari á universitetinum í Århus, sum tó ikki hevur verið við í kanningini.
"Tað er jú hugtakandi, at tað eru tvey denisova-fólk, sum hava givið íkast til okkum í dag", sigur hann.
Granskarar hava avdúkað minst 50.000 ára gomul viðurskifti uttan eina einasta beinagrind ella skølt. Teir síggja tað í arvamassaum hjá núlivandi menniskjum, har DNA hjá fortíðarmenniskjum liggur sum eitt slag av spøkilsisleivd.
Meira kann lesast HER